Hava ikki tamarhald á náttúrueldi við Skagen

48 sløkkiliðsfólk eru send út at stríðast ímóti einum stórum eldi við Skagen í Danmark. Tað er trupult at fáa vatn, sigur alarmsentralurin.

Roykur frá náttúrueldi í einum øki nærhendis Den Tilsandede Kirke í Skagen. (Mynd: Ritzau Staff/Scanpix 2025) - Mynd: Ritzau Staff/Ritzau Scanpix

Stórur náttúrueldur kyknaði í Skagen Klitplantage seinnapartin, og fólk eru biðin um at halda seg burtur.

Sløkkiliðið fekk ávaringina um eld nærhendis Den Tilsandede Kirke stutt eftir klokkan 14, skrivar TV Nord.

Miðaldarkirkjan, sum eitur Sankt Laurentii Kirke, liggur í sandheyggjum vestan fyri Skagen.

48 sløkkiliðsfólk eru antin komin ella eru kallað inn, segði átaksleiðarin Per Vedsted frá Nordjyllands Beredskab seint seinnapartin við Ritzau.

- Vit hava ikki tamarhald á eldinum, segði hann klokkan 16:20.

Ein avbjóðing er at fáa nóg mikið av vatni. Harumframt hevur tað víst seg, at eldurin er farin um yvir sandvegir í økinum, sum átaksleiðarin sigur ikki ber til at koyra eftir.

- Tí er tað ein avbjóðing at fáa tamarhald á eldinum, sigur Per Vedsted.

Átakið hjá sløkkiliðsmonnunum vendir móti Skagen Klitplantage, einar tíggju kilometrar sunnan fyri Skagen. Meira enn ein hektar er brent.

Tilbúgvingin fevnir millum annað um sløkkiliðsfólk og útgerð frá støðunum í Sindal, Frederikshavn og Hjørring. Tilbúgvingarstovan í Thisted luttekur eisini í átakinum.

Seinnapartin sendi løgreglan út áheitan um, at fólk í ferðsluni skuldu gera pláss, soleiðis at sløkkiliðsbilarnir kunnu koma forbí.

Sambært løgregluni eru alarmsentralurin "massivt" til staðar í økinum kring Gl. Landevej og Skagen Hede.

Heitt verður á fólk um at fara úr plantasjuni, sambært TV Nord.

Ein tjúkk royksúla sæst úr Skagen.

Orsakað av støðuni hevur løgreglan stongt súkklubreytina norður úr Hulsig, stendur í einum uppslagi á sosiala miðlinum X.

/Ritzau/

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

Roykur frá náttúrueldi í einum øki nærhendis Den Tilsandede Kirke í Skagen. (Mynd: Ritzau Staff/Scanpix 2025) - Mynd: Ritzau Staff/Ritzau Scanpix

Myndir: Claus Bjørn Larsen/Ritzau Scanpix