Ukraina hevur lopið á russiska vápnaverksmiðju

Ukrainska herleiðslan váttar á Telegram, at ein russisk vápnaverksmiðja nærindis Moskva er álopin

 

Reuters veit seinnapartin í dag at siga, at Ukraina hevur lopið á eina russiska vápnaverksmiðju.

 

- Verksmiðjan framleiðir spreingievni, lóður og sonevnd termobasisk vápn.

 

Sagt verður, at verksmiðjan liggur við býin, Krasnozavodsk í Moskva-regiónini.

 

Ukrainska herleiðslan váttar á Telegram, at verksmiðjan er álopin.

 

Reuters leggur aftrat, at tey higartil ikki hava fingið endaliga staðfest ukrainska álopið og tess avleiðingar.

 

Helst verður meira at frætta um hetta seinni.