Fleiri enn 100 fólk hava latið lív í vatnflóð í amerikanska statinum Texas.
Tað vísa uppteljingar úr ymsu sýslunum í statinum, sambært tíðindastovuni AFP.
Kerr County er harðast rakt við 84 deyðum - harav 28 børn. Enn eru tíggju gentur frá summarleguni Camp Mystic saknaðar.
Fleiri sýslur nærhendis hava skrásett í minsta lagi 17 andlát, skrivar AFP. Talan er millum annað um sýslurnar Travis, Burnet og Tom Green.
Harvið er talið av deyðum sambært AFP komið upp á í minsta lagi 101 fólk.
Sambært einari uppteljing frá tíðindastovuni AP hava í minsta lagi 104 fólk latið lív í vatnflóðini, sum rakti miðpartin av Texas á amerikanska sjálvstýrisdegnum 4. juli.
Vatnflóðin hendi, tá óvanliga nógv regn rakti Texas.
Regnið fekk Guadalupe-ánna at renna yvir áarbakkarnar, og vatnstøðan hækkaði næstan níggju metrar uppá stutta tíð.
Hundraðtals bjargingarfólk hava síðani fríggjadagin leitað í einum landslagi, sum er merkt av oyðileggingini av vatnflóðini eftir saknaðum fólkum.
/Ritzau/