Tveir dystir vera spældir í Betrideildini hjá monnum í dag.
Klokkan 16 tekur HB móti 07 Vestur á ovara vølli í Gundadali í Havn, og klokkan 17 tekur EB/Streymur móti B36 við Margáir í Streymnesi.
HB er í tí støðu, at óannsæð gongdina í trimum teimum seinastu dystunum, so enda teir á triðja plássinum. 07 Vestur er í tí støðuni, at teir enda í ringasta føri á einum sjeynda plássi.
HB hevur 52 stig á triðja plássinum, og 07 Vestur hevur 27 stig á sætta plássinum.
Fyrr í ár hevur HB vunnið 3-0 og 4-1 á 07 Vestur á Dungasandi í Sørvági, og HB er eisini risastórur favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkunum at vinna á 07 Vestur.
EB/Streymur og B36 hava bæði nógv at spæla fyri. EB/Streymur fyri at leggja sjógv millum seg og Skála og B68. EB/Streymur kann við einum sigri á B36 vera seks stig frammanfyri B68 á næstaftasta plássinum. B36 kann við sigri á EB/Streymi vera bert eitt stig frá fjórða plássinum, har NSÍ hevur 41 stig.
B36 vann fyrr í ár 1-0 á EB/Streymi í Gundadali, og 4-0 á EB/Streymi við Margáir.
B36 er favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum. Favorittstøðan er tó væl minni enn tann hjá HB móti 07 Vestur.
HER eru miðaloddsini upp á dystirnar í Gundadali og við Margáir:
##med2##