Á Havsbrún í Fuglafirði hava tey keypt nógvan svartkaft seinastu tíðina.
Fleiri landingar hava verið seinastu vikurnar og í viku 10, sum er hendan vikan, verða eisini fleiri landingar í Fuglafirði.
Á heimasíðuni hjá Havsbrún verður sagt, at Gøtunes landar 3400 tons av svartkjafti, sum helst verður størsta landingin hesa vikuna.
Onnur skip, sum landa svartkjaft í Fuglafirði í vikuni, eru:
Harald Johan 1400 tons, Tróndur í Gøtu 2300, Høgaberg 3250, Fagraberg 2600 og Norðingur 1900 tons av svartkjafti.