HB er hótt á bronsuplássinum

Lagnuløtan ímóti Víkingi í kvøld var, tá ið lítil hálvur tími var farin, og HB helt seg eiga brotsspark og reytt kort til Víking, sum so fór í álop og skoraði fyrra málið

Í frálíka góðum líkindum hevur Víkingur í kvøld vunnið 2-1 í Gundadali ímóti HB. Úrslitið ber við sær, at Víkingur hevur 45 stig og nú er tvey stig aftanfyri HB, ið er á bronsuplássinum.

 

Hetta er onnur ferðin í fýra dagar, at HB leggur rygg til heimatap. Víkingur miðjar nú eftir at vinna bronukrónurnar og harvið at tryggja sær luttøku í Europa á sumari í 2024. Tapið í kvøld er mest sum staðfesting av, at HB hevur einki at gera í stríðnum um FM. Og um tað ikki eydnast at vinna fulla úrtøku ímóti B36 mánakvøldið, so verður silvurplássið heilt langt burtur.

 

Hjá HB er møguleikin so dánt at bjarga kappingarárinum at vinna steypafinaluna. Seinna hálvfinalan verður 4. oktober í Gundadali ímóti 07 Vestur. Fyrra hálvfinalan í Sørvági endaði 1-1.

 

Víkingarnir eru flúgvandi. Síðstu ferð, teir taptu, var 10. juni, tá ið 07 Vestur vann 3-2 í Sørvági. Í kvøld vann Víkingur fyri áttandu ferð á rað.

 

Fyrra málið skoraði Víkingur, tá ið lítil hálvur tími var farin. Aron Jarnskor Ellingsgaard og Ari Olsen áttu uppspælið í høgru, bólturin varð spældur til Poul Kallsberg, sum av álvara hevur vunnið framrættaða plássið í høgru. Poul Kallsberg rak yvir 35 metrar við bóltinum, HB verjan bakkaði, og úr 17 metrum smekkaði Poul Kallsberg bóltin í málið. Hetta var fjórða málið hjá honum í ár.

 

Nøkur fá sekund undan støðuni, sum bar 1-0 málið við sær, bjargaði Atli Gregersen á málstrikuni. HB hevði tá í eina løtu verið leikliga omaná, uttan at tað var eydnast at vinna upplagdar málmøguleikar. Men so vildu spælararnir hava, at talan var um klokkuklárt brotsspark og harvið reytt kort til Atla Gregersen, men tað var dómarin Jóhan Hendrik Ellefsen ikki samdur við teimum í.

 

-Vit royna at søkja hepni og marginalirnar, men eydnan var ikki við okkum. Men vit geva ikki øðrum skyldina fyri tapið í kvøld. Vit høvdu alt ov lítla tyngd á síðsta triðinginum, og í verjuspælinum góvu vit teimum tvey mál. Eingin ivi er um, at vit eru sera vónbrotnir av úrslitunum fríggjakvøldið og í kvøld, og hetta kennist ógvuliga tungt í kvøld. B36 verður á skrá um nakrar dagar, og tá ætla vit okkum at reisa okkum, sigur Jákup Martin Joensen venjari hjá HB.

 

Fimm minuttir eftir fyrra málið økti Sølvi Vatnhamar, sum hevði fýra mótstøðumenn kring seg, um munin til 2-0 eftir fríspæling frá Olaf Bárðarson.

 

-Hetta var ikki besti dysturin hjá okkum hesar mánaðirnar, vit hava vunnið so ofta. Tað kendist væl, at tað er langt síðani, at vit spældu landskappingardyst, sigur Atli Gregersen liðformaður hjá Víkingi.

 

Rakti bólturin í armin, tá ið tú vardi á málstrikuni?

 

-Bólturin rakti í hondina, men eg veit ikki, um talan var um brotsspark, tí hondin var upp á pláss. Dómarin metti ikki, at talan var um brotsspark, og sum dysturin leið, so var tað sambært spæli og møguleikum, at vit vunnu, sigur Atli Gregersen við Trónd Arge í Televarpinum.

 

Í síðsta álopinum minkaði HB um munin til 2-1. Tað var eftir horna úr vinstru, at innskifti Tróndur Jensen so at siga av málstrikuni stýrdi bóltin í málið.

 

Sunnudagin fær Víkingur vitjan av 07 Vestur, og mánakvøldið fara B36 og HB at spæla grannauppgerð í Gundadali.

 

 

 

HB – Víkingur 1-2 (0-2)

 

0-1: Poul Kallsberg 23.

 

0-2: Sølvi Vatnhamar 34.

 

1-2: Tróndur Jensen 90.+4.

 

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

 

HB: Bjarti Vitalis Mørk – Hanus Sørensen, Bartal Wardum, Viljormur Davidsen, Ári Mohr Jónsson – Heðin Hansen, Emil Berger – Áki D. Samuelsen, Dan í Soylu, Adrian Justinussen – Jákup L. Thomsen,

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Aron Jarnskor Ellingsgaard, Géza Dávid Turi – Poul Kallsberg, Sølvi Vatnhamar, Olaf Bárðarson – Martin Klein Joensen

 

211821521556
B36221714491752
HB221525581947
Víkingur221435542145
07 Vestur221048373234
EB/Streymur216213224020
B68224711223819
TB224414134916
AB224117195313
ÍF224018196112

 

 

 

Sunnudagin 24. september

 

 

 

ÍF – AB: Jóhan Hendrik Ellefsen

 

Víkingur – 07 Vestur: Rúni Gaardbo kl. 15.00

 

B68 – EB/Streymur: Rúni Olsen

 

TB – KÍ: Alex Troleis kl. 15.00

 

Mánadagin 25. september

 

B36 – HB: Bjarki Danielsen