Síðsti dystur í 22. umfari verður í kvøld í Gundadali, har HB fær vitjan av Víkingi.
HB er á triðja plássi við 47 stigum, og Víkingur er á fjórða plássi við 42 stigum.
Síðani fríggjakvøldið, tá ið HB í Gundadali tapti 2-1 ímóti KÍ, hevur Jákup Martin Joensen broytt liðið í tveimum ódnum. Áki D. Samuelsen er framrættaður í høgru, meðan Mathias Præst Nielsen er millum teir á beinkinum, og Jákup L. Thomsen fær í kvøld møguleikan í fremstu ódnini, meðan Mikkel Dahl er á beinkinum.
Hjá Víkingi líkist liðið nógv sær sjálvum. At Signar á Brúnni er skaddur hevur við sær, at Ari Olsen fær møguleikan á vongverjanum í høgru. Martin Klein Joensen, sum skoraði eitt mál í 20. umfari og hattrikk í 21. umfari, er aftur í kvøld fremsti maður hjá Víkingi.
HB – Víkingur kl. 18.00
Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen
HB: Bjarti Vitalis Mørk – Hanus Sørensen, Bartal Wardum, Viljormur Davidsen, Ári Mohr Jónsson – Heðin Hansen, Emil Berger – Áki D. Samuelsen, Dan í Soylu, Adrian Justinussen – Jákup L. Thomsen,
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Aron Jarnskor Ellingsgaard, Géza Dávid Turi – Poul Kallsberg, Sølvi Vatnhamar, Olaf Bárðarson – Martin Klein Joensen