HB slapp akkurát undan katastrofuni

Áki D. Samuelsen var tvímálaskjútti, og tá ið hann skoraði fyrra málið við brotssparki, gav Sigfríður S. Clementsen so nógv sína misnøgd til kennar, at hann sá reyða kortið

Áki D. Samuelsen skoraði bæði málini, tá ið HB í kvøld vann tepran 2-1 heimasigur ímóti EB/Streymi

Tað er liðugt í góðveðrinum í Gundadali, har HB í kvøld hevði vitjan av EB/Streymi. Tað varð roknað við, at talan fór at verða um tryggan heimasigur. HB vann 2-1, og teir í heimaleguni fegnast um stigini, og at teir eftir seks dystir og við 15 stigum eru undir liðini á toppliðnum Víkingi, sum sunnudagin eigur heimavøll ímóti B36.

 

Burtursæð frá stigunum hava teir í HB húsinum lítið annað at fegnast um, tá ið hugsað verður um avrikið og gongdina í kvøld.

 

HB hevði fyrstu stóru løtuna bóltin væl meiri enn EB/Streymur, men tað gekk illa at vinna upplagdar møguleikar. Hugflogið var lítið og styrkin í gjøgnumbrotunum eingin. Tað komst fyri ein stóran part av, at EB/Streymaliðið var so sera væl skipað. Tað var stutt millum keturnar, og í mann ímóti manni støðum stóðu gestirnir einki aftanfyri mótstøðumenninar.

 

Sum fyrri hálvleikur leið, vaks sjálvsálitið millum sundalagsmenninar. Teir bjóðaðu av og vóru vandamklir, og tá ið ein lítil tími var farin, legði EB/Streymur seg á odda við brotssparki, sum Filip Djordjevic umsetti til mál. Bergur J. Poulsen, vongverjin í høgru, sneiddi seg framvið fleiri mótstøðumonnum, og tá ið hann var komin í brotsteigin, varð hann feldur.

 

So var EB/Streymur omaná, og HB spælararnir vóru skelkaðir. Men bara í fimm minuttir, tí so javnaði HB. Jacob Johansson var á veg úr brotsteiginum í høgru, tá ið hann fór um koll. Dómarin var væl staddur, men hann segði einki. Ikki fyrr enn hjálpardómarin undir HB húsinum veittraði fyri brotssparki.

 

EB/Streymahópurin var øgiliga misnøgdur, og venjarin Sigfríður S. Clementsen sá reytt.

 

Áki D. Samuelsen umsetti úr ellivu metrum og til 1-1, og so fekk HB meiri um endan, enn favorittarnir høvdu havt í ein hálvan tíma. Átta minuttir undan leikloki misti Filip Djordjevic á egnari hálvu, og so var verjan ikki í javnvág, tá ið Hanus Sørensen lyfti bóltin úr høgru, og Áki D. Samuelsen stýrdi við høvdinum bóltin í handara síðunetið og til 2-1 heimaleiðslu. Hetta var fimta málið hjá Áka í ár.

 

EB/Streymur spenti álopsbogan, og talan var um fleiri spentar støður og onkran góðan málmøguleika, men tað eydnaðist ikki at javna.

 

-Hetta var ein sovorðin dystur, at vit eru glaðir um at hava vunnið trý stig, tí hetta var ikki lætt, staðfestir Áki D. Samuelsen í samrøðu við FM1.

 

-Hetta gekk fyri seg eftir treytunum hjá okkum. Tá ið vit høvdu skorað og vóru frammanfyri 1-0, kendu vit okkum snýttar fyri eitt brotsspark aftrat, og so harmast vit um, at tað ikki eydnaðist at vinna stig, tí vit høvdu møguleika at vinna úrtøku, og vit høvdu ikki marginalirnar hjá dómaranum við okkum, sigur vongverjin hjá EB/Streymi Bergur J. Poulsen.

 

 

 

HB – EB/Streymur 2-1 (0-0)

 

0-1: Filip Djordjevic br

 

1-1: Áki D. Samuelsen br

 

2-1: Áki D. Samuelsen

 

Dómari: Rúni Olsen

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Mathias Voss, Bartal Wardum, Samuel Johansen Chukwudi, Viljormur Davidsen – Hanus Sørensen, Heðin Hansen, Leivur Fossdal Guttesen – Mohamed Samba, Jacob Johansson, Áki D. Samuelsen

 

EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Bergur J. Poulsen, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Rógvi Egilstoft, Virgar Jónsson – Jens Erik Bruhn, Emil Weihe Joensen, Robert Marcus, Suni Herman Peteren – Filip Djordjevic

 

Áki D. Samuelsen skoraði bæði málini, tá ið HB í kvøld vann tepran 2-1 heimasigur ímóti EB/Streymi