HB styrkir um verjuna

Nýggi vongverjin spældi í barna- og ungdómsárunum í PSV Eindhoven

Mynd: HB

Seinnapartin fríggjadagin letur flytingarvindeygað aftur, og tað letur til, at fleiri feløg arbeiða við at styrkja um hópin. Í dag boðar HB frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við niðurlendskan verjuspælara.

 

HB skrivar soleiðis í dag:

 

Niðurlendski bakkurin Lassana Faye, sum hevur fingið ein part av sínum fótbóltsuppvøkstri í hollendska stórfelagnum PSV Eindhoven, hevur undirskrivað sáttmála við HB galdandi hetta kappingarárið.

 

Lassana byrjaði yrkisleiðina í heimlandinum, og longu sum 13-ára gamal gjørdist hann partur av ungdómsdeildini hjá PSV Eindhoven. Har var hann fram til desembur 2015, tá hann flutti til Vitesse. Og bara eitt ár seinni fekk hann sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá Vitesse.

 

Umframt Vitesse, so hevur hann í Hollandi eisini spælt við Sparta Rotterdam og ADO Den Haag og hevur tilsamans spælt 55 dystir í bestu deildini í Hollandi, Eredivisie.

 

Í februar 2022 gekk leiðin til Ukraina og Rukh Lviv, men bert ein mánað seinni varð hann noyddur at flýggja úr Ukraina, tá kríggið brast á.

 

Seinast hevur hann spælt við Al-Zawraa SC í bestu deildini í Irak, men restina av kappingarárinum fáa vit so gleðina av fótbóltsevnunum hjá fyrrverandi hollendska ungdómslandsliðsleikaranum.

 

Mynd: HB