FC Progrés Niederkorn úr Luksemborg var mótstøðuliðið, tá ið U19 liðið hjá HB í kvøld spældi í UEFA Youth League. Talan var um søguligan dyst skilt á tann hátt, at hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at føroyskt lið spældi í hesi kappingini.
Gestirnir fara úr Føroyum við 2-1 sigri. Seinni dysturin verður í Lyksemborg mikudagin 2. oktober.
Fyrsti føroyski málskjúttin í hesi kappingini var Finnur Arnfinnsson, sum varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin, og í 47. minutti javnaði til 1-1. Hann snittaði úr stuttari fjarstøðu við høvdinum bóltin í málið eftir framlegging úr høgru við frísparki. Gestirnir løgdu seg á odda í 32. minutti við beinleiðis frísparki av brotsteigarmarkinum og eitt vet til høgru, og teir skoraðu sigursmálið, tá ið tað restaðu sjey minuttir. Tað var lítla løtu eftir, at Djóni Samuelsen hevði stóran møguleika at leggja HB á odda, tá ið hann var leysur frammanfyri málverjan og setti bóltin dygst skeivu megin stólpan.
HB – FC Progres Niederkorn 1-2 (0-1)
UEFA Youth League 1. umfar – fyrri dystir
Mikudagin 18. september 2024 kl. 19.00 á Tórsvølli
0-1: Milan Gilgemann 32.
1-1: Finnur Arnfinnsson 47.
1-2: Salvatore Nigro 83.
Dómari: Pavle Ilic úr Serbia
HB: Pætur Jacobsen – Magnus Carlsen, Rúni Kjærbo, Andrass Henriksen (Erlendur Háfoss, 69.), Jógvan í Skála (Egi Mittún, 82.), Djóni Samuelsen, Baldur Niclasen, Ari Askham (Atli Mortensen, 82.), Silas Joensen, Nils Eiriksson (Finnur Arnfinsson, 46./Jens Andrias Dam, 90.), Rúnar Dam
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Benjamin Bogason, Jónas Gaard, Rókur Jespersen
Venjari: Oddur Olsen
Televarpið sendi dystin, og har ber til at síggja hæddarpunktini
https://www.tv.fo/hb-tapti-tepurt-fyri-progres-niederkorn/
##med2##