Heidi er stóra steypahetjan

Kvinnur steypafinala: Veteranurin á NSÍ liðnum skoraði hattik, tá ið Víkingur í finaluni legði rygg til 4-1 tap

Í fjør vunnu NSÍ kvinnurnar steypafinaluna. Tað var ímóti KÍ. Í kvøld var tað aftur NSÍ, sum vann finaluna. Tað var ímóti Víkingi.

 

Stóri spælarin í finaluni á Tórsvølli í kvøld var talan av álvara um staðfesting av, at tað nú er NSÍ, sum eigur besta kvinnuliðið í landinum.

 

Víkingur var væl við stóran part av fyrra hálvleiki, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki var tað um reppið, at Eydna Olsen Dalheim legði Víking á odda. Tað eydnaðist akkurát ikki, og so var tað, at NSÍ av álvara spískaði seg og eftir eitt lítið korter skoraði trý mál.

 

Stóri spælarin var Heidi Sevdal. Fyrst skoraði hann eftir innlegg frá Helgu Mikkelsen, so skoraði hon eftir upplegg frá Lenu Olsen, og triðja málið var tað Helga Mikkelsen, sum skoraði eftir sending frá Saru Samson Lamhauge.

 

Tíggju minuttir eftir steðgin var tað aftur Heidi Sevdal, sum skoraði. Aftur var tað Sara Samson Lamhauge, sum átti uppleggið, og Heidi Sevdal sendi við hælinum bóltin í málið.

 

Átta minuttir undan leikloki var tað innskifta Hanna Isaksen Højgaard, sum minkaði um munin til 4-1. Tá var tað Lea Lisberg, sum átti uppleggið.

 

-Tað eru nógvar, sum ikki hava roynt at vinna greipuna, so tað hevði verið hugaligt, um vit megnaðu tað. Vit eru topplið, og vit hava dystir eftir ímóti HB og Víkingi. Í kvøld eru vit saman við viðhaldsfjøldini bjóðað til suppu í Bylgjuni, og í morgin venda vit fokus ímóti endaspurtinum í landskappingini, sigur fegni trífaldi málskjúttin hjá NSÍ, sum eftir dystarlok varð kosin at vera besti spælari í finaluni.

 

-Vit mugu bara staðfesta, at tá ið talan er um 4-1 sigur, so er tað uppiborið. Vit løgdu væl fyri, og vit høvdu møguleika at skora, men vit tóku ikki av. Tað gjørdi NSÍ, og so var tað 1 og 2 og 3, so var tað 3-0, og so var tað liðugt, sigur Maibritt Olsen liðformaður hjá Víkingi í samrøðu við Televarpið, og hon leggur aftrat:

 

-Vit hava nógvar ungar spælarar á liðnum, sum ongantíð hava staðið í so týdningarmiklari støðu fyrr. Hetta gevur royndir, og vit fara at síggja meiri til okkara lið, sigur liðformaðurin hjá Víkingi.