Heimsins størsta krígsskip vitjar í Oslo

- Tað finnast eingir spurningar her norðuri, sum krevja eina hernaðarliga loysn. Ein slík valdsframsýning er ólogisk og skaðilig, heldur russiskur sendimaður.

Tað er ikki fallið í góða jørð í Russlandi, at heimsins størsta krígsskip - amerikanski flogberin USS Gerald R. Ford - vitjar í Oslo í Noregi um dagarnar. 

 

Russiska sendistovan í Noregi umrøður vitjanina sum eina "skaðiliga valdsframsýning".

 

- Tað finnast eingir spurningar her norðuri, sum krevja eina hernaðarliga loysn - heldur ikki evnir sum tørva uppílegging uttanífrá, skrivar Timur Tsjekanov á russisku sendistovuni í telduposti til tíðindastovuna NTB.

 

Tað var mánadagin í hesi vikuni, at tað gjørdist kent, at heimsins størsta krígsskip, amerikanski flogberin USS Gerald R. Ford, vitjar í Oslo hesa vikuna.

 

- Tá havt verður í huga, at Oslo ikki heldur, at Russland er nøkur beinleiðis hernaðarlig hóttan móti Noreg, sær ein slík valdsframsýning ólogisk og skaðilig út, halda tey á russisku sendistovuni. 

 

##med2##

 

Flogberin er á sínari fyrstu virkisferð, og vitjanin í Noregi verður tulkað sum eitt tekin um, at USA ynskir at vísa seg her í Norðuratlantshavi.

 

Norski verjumálaráðharrin, Bjørn Arild Gram, sigur við tíðindastovuna NTB, at tað er sera positivt fyri samstarvið við USA, at flogberin hevur valt Noreg sum havn á hesi ferðini.