Maibritt Johannesen, ið hevur verið forkvinna seinastu árini, takkaði fyri seg eftur nógv ár í nevndini. Jan Laursen og Jensia Højgaard Kjærbæk takkaðu eisini fyri seg.
Nýggj í nevndini eru Heini Poulsen Hellisdal, Tomma Petersen, Ragnhild á Plógv og Andrias Sólskerð.
Nevndin skipaði seg soleiðis eftir aðalfundin.
Formaður: Heini Poulsen Hellisdal
Næstforkvinna: Tomma Petersen
Kassameistari: Eyðun Mortensen
Skrivari: Ragnhild á Plógv
Nevndarlimir:
Salua Manai
Jan Otto S. Holm
Lars Black
Andrias Sólskerð
– Kyndil takkar fráfarandi nevndarlimum fyri góða tænastu á hesum sinni, skrivar felagið.