383 vilja lesa á Fróð­skap­ar­setri Før­oya

Nú Lestrarskrivstovan á Fróðskaparsetri Føroya hevur talt ársins umsóknir, er talið so at siga tað sama sum í fjør, men KT-verkfrøði hevur gjørt eitt gott hál

Í ár hava 383 søkt um at fáa lestrarpláss á Setrinum samanborið við 379 í 2024.

 

20 fleiri hava søkt um pláss at lesa bachelor í KT-verkfrøði í ár, so talið er tilsamans 35. Hetta er sera gott, tí stórur eftirspurningur er eftir útbúnum KT-fólki í KT-vinnuni og manga aðrastaðni við.

 

Eisini hevur nýggja masterútbúgvingin í Leiðslu og Skipan vind í seglunum. Tey fyrstu 10 hava nýliga fingið prógv, og nú hava 22 søkt um lestrarpláss har samanborið við 15 í 2023.

 

18 færri hava søkt inn á læraraútbúgvingina, sum tó hevur 55 umsóknir og tí meira enn nóg mikið til tey umleið 35 plássini, sum eru, og trý fleiri hava søkt inn á námsfrøðiútbúgvingina, sum hevur fingið 42 umsóknir. Í løtuni verður seinasta hond løgd á eina nýggja diplomútbúgving í Námsfrøði, sum er til fólk, sum eru í arbeiði. Meira verður at frætta um hana seinni. 

 

At bara ein umsókn er til masterlestur í Føroyskum kemst ivaleyst av, at fá vóru á bachelorútbúgvingini fyri nøkrum árum síðani, og tí er tað at frøast um, at vend tykist vera komin í, soleiðis at 14 søktu í fjør og 16 nú í ár.

 

Lestrarskrivstovan viðger nú umsóknirnar, og umsøkjarar fáa svar fríggjadagin 11. juli.

 

Fyrst í august verður latið upp aftur fyri umsóknum til útbúgvingar, sum hava tøk pláss eftir. Tann umsóknarfreistin verður á midnátt 13. august.

 

Innleiðsla fyri nýggju studentunum verður mánadagin 18. august.

 

##med2##

 

##med3##

 

 

 

*Gulu tølini vísa útbúgvingar, sum seinast høvdu upptøku í 2023, so hesi tølini telja ikki við í samlaða talinum av umsóknum fyri 2024. Tó eru tey við fyri at kunna samanbera einstøku útbúgvingarnar eisini

Innleiðsludagur í Kongshøll á Fróðskaparsetri Føroya í august í fjør. Her eru tað starvsfólk á Lestrarskrivstovuni, sum taka ímóti og skriva nýggj lesandi inn