Eftir at Bjørgfríð Ludvig segði seg úr starvinum sum kommunustjóri í Havn í oktober, hevur kommunan søkt eftir nýggjum stjóra. Og nýggi stjórin er trivnaðarstjórin hjá Tórshavnar kommunu, Jóan Petur Hentze.
Hann er 53 ára gamal. Er útbúgvin cand.mag í samtíðarsøgu og religiónsvísindum – og hann hevur drúgvar stjóraroyndir, bæði úr starvinum sum trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu og sum aðalskrivari hjá Kommunusamskipan Føroya.
Jóan Petur Hentze byrjar í starvinum sum kommunustjóri 1. januar 2024.