Uppskotið snýr seg í stuttum um longri barsil til foreldur, ið fáa tvey ella fleiri børn undir sama barnsburði og foreldur, sum ættleiða tvey ella fleiri børn samstundis, og um barsil til foreldur at ov tíðliga føddum børnum. Eisini um at leingja barsilin, tá ið barn verður innlagt og javning av hámarkinum fyri barsilspening og barsilsfarloyvi til umsøkjarar við fyribils staðsettum barni.
Miðflokkurin og Fólkafokkkurin gjørdu í morgin enn eina miseydnaða roynd at fáa orðið »sammóður« burtur úr barsilslógini. Men tað eydnaðist ikki.
Tískil atkvøddu Fólkaflokkurin og Miðflokkurin ímóti uppskotinum um longri barsil til foreldur, um fáa fleiri børn, t. d. tvíburar.
Og kemur Miðflokkurin í samgongu – og fær meiriluta fyri tí, so verður orðið »sammóður« reinsað burtur úr allari lóggávu, gjørdi tingmaður floksins, Steffan Klein Poulsen greitt, tá málið var til 3. viðgerð í tinginum í morgun.
Sammøður eru longu viðkendar sum foreldur við foreldramyndugleik, og sammøður eru eisini viðurkendar í barilsskipanini.
Og í hesum málinum skulu sammøður fáa somu rættindin, sum onnur foreldur í slíkar støðu. Men tað vilja Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og partur av Sambandsflokkinum ikki.
Tá ið uppskotið var til 2. viðgerð í Løgtinginum, skutu Miðflokkurin og Fólkaflokkurin upp at strika orðið sammóður úr nýggju lógarbroytingunum. Men tað uppskotið fall.
Bæði undir 2. viðgerð og aftur við 3. viðgerð í morgun gjørdu Fólkaflokkurin og Miðflokkurin eina roynd at fáa sammóðir burtur úr lógartekstinum.
Sambært teimum er hetta er eitt úrslit av eini LGBTQ-hugsjón, sum er komin inn í føroyskt lógarverk - og hetta er ein hugsjón, tey ikki undir nøkrum umstøðum vilja taka undir við.
Tí vildur hesir báðir flokkar heldur offra allar batar, sum er í hesi skipanin, enn at skipanin eisini skal fevna um samkyndar mammur.
Soleiðis var atkvøðugreiðslan í Løgtinginum í morgun, tá málið var til 3. viðgerð:
##med2##