Í kvøld verður finalan um, hvør skal vera ovast á talvuni, tá ið fótbóltskappingin í bestu mannfólkadeildini verður ein triðing gomul. NSÍ fær vitjan av KÍ. Hesi bæði feløgini hava fulla úrtøku.
Stórdysturin í kvøld verður í Runavík. Leygardagin 31. mai – norðoyastevnuaftan og kvøldið tá ið finalan í Champions League verður – hittast KÍ og NSÍ aftur. Harvið er møguleiki fyri, at upplagdur FM favorittur verður, tá ið kappingin verður 12 umfør gomul, og undan mánaðarskiftinum.
Hetta er víðopið, og tað kann vera, at alt framvegis verður opið, tá ið norðoyastevnudysturin verður av.
Trý tey seinastu árini hevur toppliðið havt fulla úrtøku eftir átta umfør – KÍ í 2022 og 2023 og Víkingur í 2024. At toppliðið hevur fulla úrtøku eftir átta tey fyrstu umførini er ikki gerandiskostur, siga tølini hjá FaroeSoccer. Burtursæð frá hesum trimum árunum – 2022, 2023 og 2024 – so skal leitast aftur til 2001. Tá var tað GÍ, sum eftir átta umfør hevði fulla úrtøku. GÍ hevði 24 stig, og B36 var næstfremst við 19 stigum. Kappingin fevndi um 18 umfør, og tá ið 18. umfar var av, var B36 meistari við 46 stigum, meðan GÍ var næstfremst við 42 stigum.
Síðani 1988 hava 10 lið verið í bestu deildini, og burtursæð frá omanfyri nevndu árum er tað ongantíð komið fyri, at eitt felag eftir átta umfør hevur vunnið fulla úrtøku.
Undan toppdystinum í kvøld eru tað tvey, sum hava fulla úrtøku. Tað er ongantíð komið fyri áður, og tað er so sjáldsamt, at sannlíkindini eru heilt lítil fyri, at tað aftur fer at koma fyri. Treytin er, at tvey lið vinna allar sínar dystir, og at talan ikki er um innanhýsis uppgerð millum toppliðini fyrrenn í níggjunda umfari.
Í kvøld vera tað tveir svenskir venjarar, sum fara at halda um stýrisvølin. Jens Christer Wedeborg hjá NSÍ og Magnus Powell hjá KÍ.
NSÍ venjarin er 45 ára gamal og ættaður úr Karlskrona í Blekinge í syðra partinum av Svøríki. Hetta er fjórða árið, at hann er í Føroyum. Í 2021 og 2022 var hann á lønarlistanum hjá KÍ. Fyrra árið hevði hann eftir summarsteðgin ábyrgdina av liðnum í 1. deild, og seinna árið hevði hann ábyrgdina av bæði liðnum í 1. deild og kvinnuliðnum í bestu deildini.
Í fjør megnaði hann at lyfta uppflytararnar í NSÍ fram á fjórða plássið, og í kvøld fer hann at standa á odda, tá ið NSÍ fær vitjan av KÍ í ultimativa toppdystinum.
KÍ venjarin, 50 ára gamli Magnus Powell, er ættaður úr Örnsköldsvik í sentrala partinum av Svøríki. Hann var fyrstu ferð í Føroyum í 2021, tá ið hann vandi 07 Vestur, sum hevði lutfalsliga gott kappingarár og endaði á sætta plássi. Í ár er hann oddamaður í Klaksvík, har KÍ eftir vónbrotið í fjør av álvara hevur funnið svongdina og spæligleðina aftur.
Felags fyri KÍ og NSÍ er, at tey síðsta vikuskifti vunnu stórsigrar, og at tveir spælarar á hvørjum liðnum skoraðu hattrikk. Hjá KÍ skoraðu Páll A. Klettskarð og Patrik Johannesen hattrikk í 10-0 heimasigrinum ímóti TB, og hjá NSÍ skoraðu Klæmint A. Olsen og Petur Knudsen hattrikk, tá ið NSÍ eyðmýkti HB við at vinna 7-1 í Gundadali.
Sigrarnir higartil og sannførandi málmunurin bæði hjá NSÍ og KÍ ber sannlíki við sær fyri, at tað í kvøld fara at verða skorað mál.
Stóri spurningurin er, um tað verður eftir fyritreytunum hjá NSÍ ella hjá KÍ, at tað fer at ganga fyri seg. Tølini siga, at hetta eru bestu álopsliðini, og at hetta eru bestu liðini at verja.
NSÍ eigur besta álopið, sum hevur skorað 40 mál og eigur málmunin 40-6, og KÍ eigur bestu verjuna. Tað eru trý mál farin ígjøgnum hjá klaksvíkingum – eitt í hvørjum av teimum trimum fyrstu umførunum. KÍ málmunurin er 30-3.
Fimm tær seinastu ferðirnar í landskappingini er málmunurin hjá KÍ 22-0. Fimm tær seinastu ferðirnar í landskappingini er málmunurin hjá NSÍ 22-3, og tá er 11-0 heimasigurin ímóti B68 ikki roknaður uppí.
Brandur Hendriksson Olsen var undan stórsigrinum í Gundadali kosin at vera besti spælarin í apríl. Í kvøld verður tað áhugavert at síggja NSÍ miðvøllin, har Brandur er málsøkin dirigentur og spælskipari, ímóti KÍ miðvøllinum við eitt nú Halli Hansson og Jákupi B. Andreasen.
9. umfar
Fríggjadagin 9. mai
Víkingur – HB: Eiler Rasmussen kl. 18.00
B36 – FC Suðuroy: Jákup Øssursson Mohr kl. 18.30
07 Vestur – EB/Streymur: Rúni Gaardbo kl. 18.30
NSÍ – KÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 20.00
Leygardagin 10. mai
TB – B68: Bjarki Danielsen kl. 14.45
NSÍ | 8 | 8 | 0 | 0 | 40 | 6 | 24 |
KÍ | 8 | 8 | 0 | 0 | 30 | 3 | 24 |
HB | 8 | 5 | 0 | 3 | 18 | 19 | 15 |
B36 | 8 | 4 | 1 | 3 | 14 | 13 | 13 |
Víkingur | 8 | 3 | 2 | 3 | 8 | 8 | 11 |
EB/Streymur | 8 | 3 | 1 | 4 | 9 | 17 | 10 |
B68 | 8 | 2 | 1 | 5 | 7 | 20 | 7 |
FC Suðuroy | 8 | 2 | 0 | 6 | 3 | 16 | 6 |
TB | 8 | 1 | 2 | 5 | 8 | 24 | 5 |
07 Vestur | 8 | 0 | 1 | 7 | 7 | 18 | 1 |