Hetta var róðurin hjá Havnar Róðrarfelag

5-mannafør gentur 14 – 16 ár: Allir tríggir bátarnir hjá Havnar Róðrarfelag vunnu heiðursmerki

Ofta hevur tað roynst betur hjá Havnar Róðrarfelag, enn tað hevur gjørt higartil í ár. Havnarbáturin er ikki við í kappingini, Ørvur er ikki við í kappingini, og tað er langt millum sigrarnar í flestu kappingum.

 

Genturnar í barnaróðrinum á Sílinum eru suverenar, og so eigur Havnar Róðrarfelag alla kappingina, sum hon er, millum yngru genturnar, sum kappast á 1000 metrum.

 

Bátarnir hjá Havnar Róðrarfelag í hesi kappingini eru Títlingur, Sílið og Ingibjørg. Tað eru Títlingur og Sílið, sum kappast um FM heitið. Undan kappróðrinum í góðveðrinum í Fuglafirði, var Sílið eitt stig undan Títlingi í FM kappingini.

 

Í dag stungu allir tríggir bátarnir hjá Havnar Róðrarfelag beinanvegin drekastevnini undan øllum hinum, og kappingin um sigurin stóð millum Títling og Sílið. Títlingur legði seg á odda og var tað mesta av einari bátslongd undan Sílinum. Í endaspurtinum megnaði Títlingur at varðveita leiðsluna og at vinna.

 

Sílið endaði næstfremst, og harvið hava Títlingur og Sílið eins nógv stig í FM kappingini.

 

##med2##