Hevur sagt farvæl í Sarpugerði

Betrideildin menn: Géza Dávid Turi hevur sagt farvæl í Sarpugerði og er á veg til Grimsby

Tað hevur í eina tíð verið greitt, at Géza Dávid Turi er á veg til enska League Two felagið Grimsby Town. Umframt In.fo, so hava miðlar sum Bolt.fo, Eyp.fo og BBC Radio Humberside fylgt gongdini seinastu mánaðirnar.

 

Í gjár segði Géza Dávid Turi farvæl við liðfelagarnar úr Víkingi og sum skilst, so er miðvallarin á veg til Grimsby nú. Enska felagið sigst hava bjóðað 650 túsund krónur fyri miðvallaran við ungarskum uppruna. Hartil sigst at Víkingur fær um 20 prosent av eini møguligari víðari sølu. Hetta er ikki óvanligt í altjóða fótbólti.

 

Tað ljóðar eisini, at Víkingur er afturhaldandi við at keypa ein avloysara fyri miðvallaran, sum nú eisini kann spæla á føroyska landsliðnum. Heldur verður hildið fram við leistinum, har ungir spælarar fáa møguleikan. Eisini er Ragnar Skála nýggjur í hópinum.