Hizbollah hevur sent fleiri rakettir eftir Ísrael

Sambært ísraelska herinum (IDF) eru eitt stórt tal av rakettum skotnar niður, og fyribils eru ongar fráboðanir um skaðar.

Hizbollah sigur í morgun, at felagsskapurin hevur sent fleiri rakettir eftir einari ísraelskari fregnartænastustøð nærindis Tel Aviv.

 

Hetta er sonevnda Glilot-støðin, sum rekur hernaðarligt fregnartænastuvirksemi, og lopið varð á støðina í gjárkvøldið.

 

Rakettir eru eisini sendar eftir einari ísraelskari herflotastøð í Haifa.

 

Í samband við Hizbollað-álopini hevur loftávaring sambært ísraelsku ávísini Haaretz verið fleiri staðni í Ísrael.

 

Sambært ísraelska herinum (IDF) eru eitt stórt tal av rakettum skotnar niður, og fyribils eru ongar fráboðanir um skaðar.

 

Samstundis, sum Hizbollah sigur seg hava lopið á Ísrael við rakettum, sigur ísraelski herurin, at 230 "terrormál" eru álopin í Libanon og Gaza.

 

- Ísrael vil eisini vera við, at 15 Hizbollah-limir hava latið lív í ísraelsku álopunum seinasta samdøgnið, veit tíðindastovan NTB at siga í morgun.