HM: Føroysku kvinnurnar eru í triðja styrkisbólkinum

Um Føroyar enda millum trý tey bestu liðini í bólkinum, skulu Føroyar víðari til Dortmund til millumumfarið

HSF skrivar:

 

Hósdagin 22. mai verður HM-lutakastið hjá kvinnulandsliðnum. IHF hevur kunngjørt styrkismetingina, og eru Føroyar í triðju røð.

 

Tað er longu greitt, at Føroyar koma at spæla sínar heimadystir í týska býnum Trier, hetta eftir ynski frá týska hondbóltssambandinum. Styrkismetingin sær soleiðis út:


Pottur 1:  Frakland, Noreg, Danmark, Ungarn, Svøríki, Niðurlond, Týskland, Montenegro

Pottur 2:  Pólland, Brasil, Serbia, Rumenia, Sveis, Spania, Eysturríki, Angola

Pottur 3:  Kekkia, Japan, Senegal, Ísland, Argentina, Føroyar, Suðurkorea, Tunesia

Pottur 4:  Egyptaland, Uruguay, Kasakstan, Paraguei, Iran, Kuba, Kina, Kroatia


Um Føroyar enda millum trý tey bestu liðini í bólkinum, skulu Føroyar víðari til Dortmund til millumumfarið. Liðið, sum endar sum nummar fýra í bólkinum, skal spæla Presidents Cup í S´Hertogenbosch. Skrivar HSF. 

 

HER  ber til at fylgja lutakastinum á rásini hjá altjóða hondbóltssambandinum.