Til ársins Mentanarnátt á Tvøroyri, fríggjadagin hin 30. mai, hava vit tryggjað okkum alvorligan futt í á stóra tónleikapallinum.
Bólkurin Anfinn & Co, við lívliga og festliga klaksvíkinginum Anfinn Nielsen á odda, verður eitt av frálíku nøvnunum á Mentanarnáttini.
Við sær hevur Anfinn ein serstakliga dugnaligan bólk av tónleikarum, ið m.a. telur manningina frá gamla ”Hjarnar”, við Karl Martin Samuelsen.
Løgini eru góð, fangandi og væl kend millum føroyingar flest. Hvør kennur ikki ”Sirkus Tinganes”, ”Mítt hjarta pumpar fyri tær”, ”Gubbi og eg” og ”Í skúrið”? Við manningini úr Hjarnum, kann eisini hugsast at okkurt av teirra frálíku løgum verða at hoyra.
Vælkomin til eina fantastiska løtu á Mentanarnáttini á Tvøroyri.
GG! Kunngjørt verður seinni, júst hvat kl. bólkurin fer á pallin. Hetta verður at síggja í skránni, ið verður borin út til øll húsarhald í Suðuroynni í viku 22. og sum verður almen, talgild, so skjótt hon er fullfíggjað.
##med2##