Kvinnulandsliðini hjá Íslandi og Grønlandi endaðu bæði aftast í sínum innleiðandi bólki, og tí mugu tey taka til takkar at spæla um endastøðurnar millum nummar 25 og 32. Liðið sum gerst nummar 25 vinnur President´s Cup.
Ísland og Grønland endaðu í bólki saman í niðara millumspælinum. Ísland og Grønland eru í bólki 1 saman við Kina og Paraguay. Bólkur 1 verður avgreiddur í Fredrikshavn í Danmark.
Skráin fyri bólk 1 er hendan:
Kina-Paraguay 7. desember klokkan 14.30
Ísland-Grønland 7. desember klokkan 17.00
Paraguay-Ísland 9. desember klokkan 17.00
Kina-Grønland 9. desember klokkan 19.30
Ísland-Kina 11. desember klokkan 17.00
Paraguay-Grønland 11. desember klokkan 19.30
Nummar eitt í bólkinum spælir finalu um 25. plássið (President´s Cup), nummar tvey í bólkinum spælir um 27. plássið, nummar trý spælir um 29. plássið, og nummar fýra spælir um 31. plássið.
Í bólki 2 kappast Chile, Iran, Kasakstan og Kongo.