Japan hevur syrgt fyri størsta skelkinum í HM-endaspælinum í hondbólti hjá kvinnum, ið er í Svøríki, Noregi og Danmark í hesum døgum.
Japan vann í kvøld í millumbólki 3 sera óvæntað 27-26 á Danmark frammanfyri einari fullsettari Boxen høll í Herning. Japan skoraði sigursmálið í teimum allarseinastu sekundunum. Við skjótum og aggresivum spæli megnaðu tær at skelka donsku favorittarnar.
Týskland vann á Rumenia og er nú einsamalt oddalið í millumbólki 3. Póland vann á Serbia, ið framvegis einki stig hevur í millumbólki 3.
Danmark – Japan 26-27 (12-12)
Danmark: Mie Enggrob Hojlund 5, Trine Østergaard Jensen 4, Emma Cecilie Uhrskov Friis 4, Louise Katharina Burgaard 3, Elma Halilcevic 2, Kristina Jørgensen 2, Sarah Aaberg Iversen 2, Line Haugsted 1, Rikke Iversen 1, Kathrine Brothmann Heindahl 1, Helena Elver Hagesø 1.
Japan: Saki Hattori 7, Haruno Sasaki 5, Natsuki Aizawa 4, Kaho Nakayama 4, Hikaru Matsumoto 3, Yuki Yoshidome 3, Chikako Kasai 1.
Týskland – Rumenia 24-22 (9-12)
Týskland : Antje Döll 4, Annika Lott 4, Xenia Smits 3, Alina Grijseels 3, Jenny Behrend 3, Viola Charlotte Leuchter 2, Mareike Thomaier 2, Amelie Berger 1, Lisa Carolin Antl 1, Julia Behnke 1.
Rumenia : Eliza-Iulia Buceschi 8, Bianca-Maria Bazaliu 3, Crina-Elena Pintea 3, Cristina-Georgiana Neagu 3, Sonia-Mariana Seraficeanu 2, Cristina Laslo 2, Alexandra Dindiligan 1.
Serbia – Póland 21-22 (13-10)
Serbia : Sanja Radosavljević 6, Marija Laništanin 5, Emilija Lazić 4, Katarina Bojičić 3, Andela Janjušević 3.
Póland : Karolina Kochaniak-Sala 6, Monika KobyliŃska 4, Magda Balsam 4, Sylwia Matuszczyk 2, Dagmara NocuŃ 2, Emilia GaliŃska 1, Mariola Wiertelak 1, Aleksandra Rosiak 1, Adrianna Górna 1.
Týskland hevur seks stig, Danmark og Póland hava fýra stig hvør. Rumenia og Japan hava tvey stig hvør, meðan Serbia einki stig hevur.
Leygardagin 9. desember
Bólkur III:
(14:30) Rumenia–Japan
(17:00) Serbia–Týskland
(19:30) Póland–Danmark
Mánadagin 11. desember
Bólkur III:
(14:30) Japan–Serbia
(17:00) Póland–Rumenia
(19:30) Týskland–Danmark