Fyri fyrstu ferð í søguni hevur norska manslandsliðið í hondbólti tapt fyri Brasil í einum endaspæli.
Í Unity høllini í Bærum uttanfyri Oslo tapti Noreg í kvøld í innleiðandi HM-bólki E 26-29 fyri Brasil. Tað sum gjørdist serliga dýrt hjá norðmonnum var, at teir brendu so nógv brotskøst.
Noreg var á odda 14-12 í steðginum, men Brasil vildi ikki sleppa takið. Seinastu løtuna var Brasil omaná. Brasiliumenn vóru aftanfyri 23-24, men megnaðu seinastu løtuna at skjóta seks mál, meðan Noreg bert megnaði at skjóta tvey mál, og so var søguligi sigurin veruleiki.
Norski miðlarnir geva ilt av sær, og VG er longu í holt við at spáa, at talan verið um eitt "Fiasko endaspæl" hjá Noregi.
Í sama bólki vann Portugal greiðan sigur á USA.
Noreg-Brasil 26-29 (14-12)
Toppskjúttar Noreg: Tobias S. Grøndahl 6, Magnus A. Rød 5.
Toppskjúttar Brasil: Haniel Langaro 8, Hugo Bryan Monte Da Silva 6.
Portugal-USA 30-21 (15-10)
Toppskjúttar Portugal: Pedro Portela 7, Martim Costa 7.
Toppskjúttar USA: Samuel Hoddersen 6, Sean Corning 4.
Portugal og Brasil hava tvey stig hvør. Noreg og USA hava einki stig.
Skráin fyri bólk E:
15. januar: Portugal – USA 30-21 (15-10)
15. januar: Noreg – Brasil 26-29 (14-12)
17. januar: Portugal – Brasil, klokkan 17.
17. januar: USA – Noreg, klokkan 19.30.
19. januar: Brasil – USA, klokkan 17.
19. januar: Noreg – Portugal, klokkan 19.30.