Hon+Hann hevur 10 ár á baki

Tað var hin 10.10 klokkan 10 fyri júst 10 árum síðan, at Havgrímur Johannesen fyrstu ferð læt upp handilin, Hon+Hann.

 

Í hesum sambandi hevur nógv verið gjørt burtur úr í dag, og handilin hevur eisini havt nógv og góð tilboð til tey mongu viðskiftafólkini, sum hava verið á gátt.

 

- Hvussu leingi vit fara at hava tilboðini, veldst um, hvussu skjótt tað gongur at selja. Vit fara í hvussu er at hava góð tilboð tað, ið eftir er av hesari vikuni og møguliga nakrar dagar í næstu viku.

 

Tað sigur Havgrímur Johannesen, handilseigari.

 

Hann vísir á, at tilboðini, sum handilin hevur, nú 10 ár eru liðin, síðan Hon+Hann læt upp, eru nógv og fjølbroytt, og eitt nú nevnir hann, at her fáast kovboybuksur fyri 250 krónur.

 

- Vit hava eisini sokkar fyri 10 krónur parið, sum eiga at kosta 60 krónur. Tá vit lótu upp fyri 10 árum síðan, kostaði eitt boxer-shorts 29 krónur. Nú fært tú fimm fyri 99 krónur, og hesi eru av somu góðsku ella betur.

 

Havgrímur Johannesen sigur, at hann nevnir hesar vørar - bara soleiðis burtur úr stóru rúgvuni av øllum tí, sum verður selt við stórum avsláttri í samband við ársdagin og teir næstu dagarnar.

 

Hon+Hann hava eisini fingið nógva nýggja heyst-og vetrarvøru heim, so handilin er fullur av spennandi vørum og góðum tilboðum.

 

- Vit eru eisini farin at selja eitt - í okkara verð - nýtt merki til ungar damur. Hetta er Pitaya og er sera væl umtókt.

 

Havgrímur Johannesen vísir á, at Pitaya hevur alt frá skógvum til blusur og jakkar, og hetta hevur verið ein stór succes, tí merkið er nógv eftirspurt og keypt.

 

Hálvan november í ár verða tvey ár liðin, síðan nýggi handilin hjá Hon+Hann læt upp, og handilseigarin letur væl at gongdini.

 

- Nýggi handilin er næstan tríggjar ferðir so stórur, sum hin gamli handilin var, og her hava vit góðar parkeringsmøguleikar, umframt at vøruútboðið er nógv størri nú enn áður.

 

Hon+Hann hevur klædnavørur til bæði kvinnur og menn, og stóra útboðið og fjøltáttaða úrvalið fevnir um allar støddir - heilt frá tí minsta til tað størsta.

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin á gátt her í fantastisku hølunum hjá okkum - við tí stóra og fjøltáttaða úrvalinum og góðu prísunum.

 

Havgrímur Johannesen sigur, at tað liggur í dna'num at selja dygdarvørur fyri besta prís í Føroyum, og hetta hevur altíð verið og er framvegis eyðkennið hjá Hon+Hann.