Visit Tórshavn hevur fingið nýggjan stjóra. Tað er Tordis K. á Rógvi Biskopstø, sum nú er sett í starv sum stjóri í Visit Tórshavn. Tey siga, at tað er ein sera væl skikkaður stjóri, ið nú skal standa á odda fyri ferðavinnuni í Tórshavnar kommunu. Hon kemur úr starvinum sum menningarleiðari í Visit Vágar, ið hon hevur røkt síðan 2020.
Tordis hevur ein Master í ferðavinnu frá Aalborg Universitet og hevur drúgvar royndir innan økið. Hon er 36 ár og upprunaliga úr Vestmanna, men nú búsitandi í Havn.
Tordis byrjar í starvinum 1. mai og avloysir Liljan Weihe, ið varð vald á Løgting á valinum í desember.
Visit Tórshavn heldur til í gamla bankabygninginum í Steinatúni, og er tann mest vitjaða og mest brúkta kunningarstovan í landinum.
Visit Tórshavn arbeiðir við at miðsavna og kunna borgarar og ferðafólk um Havnina, og hevur í nógv ár verið ein miðdepil fyri ferðavinnu í Føroyum.
Endamálið hjá Visit Tórshavn er at menna eina burðardygga ferðavinnu í Tórshavnar kommunu. Tað er at skapa áhuga fyri Havnini, stuðla handilslívi, tænastuvinnu, mentan og annars virka fyri, at býurin er áhugaverdur at vitja, liva og virka í.