Hoyrið hugtakandi sangin hjá Ameliu úr Ukraina

Ukraina: Sangur hjá sjey ára gomlu Ameliu fór kring heimin

Sjey ára gamla Amelia Anisovych úr Ukraina hevur verið í Póllandi síðani 9. mars, men foreldrini eru eftir í Ukraina.

Á einum upplýstu palli framman fyri fleiri túsund fólkum stendur lítla gentan í hvítum kjóla. Hon syngur. Áhoyrarar sita kvirrir og lurta. Geva vøkru rødd henara høvi at spreiða seg á ítróttarvøllinum. Fleiri hava tendrað ljósið á telefonunum. Gentan á pallinum er sjey ára gamla Amelia Anisovych. Tað eru bara tvær vikur síðani, hon fór kring heimin í eini video, har hon sang sangin »Let it Gó« úr Disney-filminu »Frost«. Á ukrainskum.

Orsøkin til, at videon fór kring heimin? Hon var filmað í einum stúvstappaðum bumbuskýli undir Kyiv.

 

##med2##

Trýstið á pílin á myndini fyri at hoyra Ameliu syngja í Póllandi.