Hvítur roykur – nýggju pávi valdur

Nú er hvítur roykur úr skorsteininum á Sixtinska Kapellinum, sum merkir, at nýggjur pávi er valdur

Tað er hvítur roykur úr skorsteininum í Sixtinska kapellinum, sum merkir, at pávi er valdur.

 

Enn er ikki greitt, hvønn kardinalarnir hava valt til páva.

 

Á Pæturstorginum, har túsundtals eru savnað at hyggja, klappa fólk og hugna sær, meðan klokkur ringja, vísa sjónvarpsmyndir.

 

Tað var í gjár, at dyrnar lótu aftur til konklavið, har 133 kardinalar skuldu velja páva í loyndum.

 

Fyri at velja páva krevst tveir triðingar av meiriluta, sum svarar til minst 89 av kardinalunum.

 

/Ritzau/