Tíðindaskriv:
Rossini ið kappast um FM eru Bragi av Eiði og Óðin úr Havn. Reiðmaður á Braga er Alberg Lútzen og á Óðin er tað Silja G. Eystberg. Bæði reiðfólkini eru úr Havn, tey eru eisini nærmastu skyldfólk. Tey hava bæði vunnið hvør sínar tvær FM kappingar í ár og undan kappingini í dag er Óðin á odda við 23 stigum, Bragi hevur 22 stig. Stigaskipanin er tó soleiðis at um rossini eru jøvn í stigum, er tað tann sum er fremst á seinastu kappingini ið vinnur FM. Hesi bæði rossini eru paraði í seinasta riðlinum á degnum, sum sostatt verður ein rein FM finala
##med2##
Kappast verður eisini í øðrum greinum. Í travkappingini er eisini spenningur, har hevur Dropi 19 stig, Gletta 17 stig og Gígur 16 stig. Umframt hesar greinar verður kappast í Tølt, Skeið og Tvíspor Ung. Har er tað kanska serliga í Tølt at onkur broyting kann henda á stigatalvuni í mun til FM. Tango hevur 24 stig, Strákur 20 stig og Brynjar 19 stig
##med3##
Kappingin verður við flúgvarbedingina í Vágum kl 14 í dag.