Í kvøld skein summarsólin á NSÍ

Stevnudysturin endaði við stórsigri ímóti 07 Vestur, sum átti besta mann á vølli í málverjanum Sebastian John

Tað er stevna í Runavíkar kommunu, og í kvøld er rættiligur stevnuhýrur úti á Mýrunum. Í stevnudystinum hevði NSÍ vitjan av 07 Vestur, og tað endaði við trivaligum 4-0 sigri, sum ber við sær, at NSÍ styrkir um sína støðu á fjórða plássi. NSÍ hevur 28 stig, B36 hevur 23 stig, og 07 Vestur hevur 21 stig.

 

Lunnar vórðu beinanvegin lagdir undir heimasigurin, tí tá ið fýra minuttir vóru farnir, var NSÍ frammanfyri 2-0.

 

Heimaliðið hevði heilt gott tak á tí í fyrra hálvleiki. Í kvøld var Steffan A. Løkin ikki við, og tí fekk Aron Kundsen møguleikan frá byrjan saman við Klæmint A. Olsen og Petur Knudsen. Beinir Nolsøe og Konrad Gustafsson vóru saman við Betuel Hansen óførir á miðvøllinum, og í verjuni var undan steðginum lítið trýst á heimaliðnum.

 

30 sekund vóru farin, tá ið Beinir Nolsøe eftir innlegg frá Klæminti A. Olsen setti hol á. Hetta var fyrsta málið hjá Beini Nolsøe í bestu deildini í ár, og hetta var fyrsta málið hjá honum síðani 2022, tá ið hann skoraði tvey mál.

 

Annað málið skoraði Petur Knudsen, og aftur var tað Klæmint A. Olsen, sum átti næstsíðsta fótin á. Petur Knudsen sneiddi seg framvið mótstøðumanni, áðrenn hann lyfti bóltin í málið

 

Eftir steðgin broytti 07 Vestur spælskipan frá 5-3-2 og til 4-3-3, og tá riggaði tað eina løtu heilt væl. NSÍ hevði nógvar góðar støður og møguleikar, men Sebastian John var framúr millum stólparnar, og serliga Petur Knudsen man iðra seg um, at hann ikki umsetti feiri royndir til økta leiðslu.

 

Í hinum endanum spældi 07 Vestur seg til fleiri góðar støður, uttan at tað eydnaðist at skora mál. Fleiri ungir spælarar vórðu skiftir inn á 07 Vestur liðið, og síðstu løtuna riggaði spælið hjá heimaliðnum heilt væl. Tað bar við sær, at Petur Knudsen eitt korter undan leikloki varð tvífaldur málskjútti. Hann hevur nú skorað ellivu mál í ár. Uppleggið átti Konrad Gustafsson.

 

Fimm minuttir seinni var tað Klæmint A. Olsen, sum staðfesti 4-0 sigurin. Hann legði upp til tvey mál og skoraði síðsta málið. Hetta var sjeynda málið hjá Klæminti A. Olsen í ár, og uppleggið átti aftur Konrad Gustafsson. Millum áskoðararnar í góða veðrinum varð tosað um, at svenski miðvallarin ikki verður at síggja í gulu troyggjuni eftir summarsteðgin.

 

 

 

Víkingur16150147745
HB161303331339
161204321636
NSÍ16915362128
B3616655332923
07 Vestur16637223521
Skála164210183314
B6816259112811
EB/Streymur15211214317
ÍF15031214473