Lyle og Erik Menendez, sum vórðu dømd lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava dripið foreldrini, hava fingið revsingina lækkaða.
Í 1996 fingu tey lívstíðarfongsul uttan møguleika fyri at royndarleyslatast - men eftir lækkingina er revsing teirra í staðin 50 ár til lívstíðarfongsul.
Dómarin í Los Angeles, Michael Jesic, hevur dømt, skrivar amerikanska tíðindastovan AP.
Sambært lógini í Kalifornia eru beiggjarnir loyvi til royndarleyslating, tí teir vóru undir 26 ár, tá teir framdu morðini.
Soleiðis eru serligu reglurnar hjá statinum fyri ungar brotsmenn - sonevnda "ungdómsbrotsmannalógin".
Teir verða tó verandi í fongsli, meðan statsliga roydarleyslatingar-nevndin umhugsar, um teir skulu royndarleyslatast.
- Eg sigi ikki, at teir skulu latast leysir, tað er ikki upp til mín. - Eg haldi tó, at teir hava verið nóg revsaðir seinastu 35 árini, og at teir skulu fáa tann møguleikan, sigur dómarin sambært AP.
Brøðurnir hava seinastu tvey árini roynt at fáa revsingina lækkaða, soleiðis at teir antin kunnu sleppa leysir beinanvegin ella kunnu royndarleyslatast.
Rættarfundur í málinum var týsdagin.
##med2##
Fleiri í familjuni hjá monnunum, ein eftirløntur dómari og ein fyrrverandi medfangi sóust at vitna, skrivar Reuters.
Lyle og Erik - nú ávikavist 57 og 54 ár - luttóku í hoyringini umvegis videoleinkju úr fongslinum í San Diego.
Sambært AFP førdu fleiri familjulimir fram, at beiggjarnir eru klárir at sleppa leysir.
Systkinabarn teirra Anamaria Baralt segði millum annað, at teir báðir menninir eru broyttir, og at teir hava uppiborið at uppliva frælsi.
- Vit halda, at 35 ár eru nóg mikið, segði Baralt í rættarsalinum, har teir báðir Menedez-brøðurnir fylgdust úr fongslinum í San Diego umvegis videoleinkju.
- Familja okkara hevur fyrigivið teimum. Teir hava uppiborið ein annan møguleika í lívinum.
Diane Hernandez, sum er systirdóttir mammu Lyle og Erik, Kitty Menendez, segði, at beiggjarnir eru "merkisverd fólk."
- Tað er eingin møguleiki fyri, at teir fara at bróta lógina, um teir verða leyslatnir. Teirra einasta ynski er at gera góðar gerningar.
Erik og Lyle Menendez vórðu í 1996 dømdir fyri at hava skotið og dripið foreldrini, José og Kitty Menendez, í heiminum hjá teimum í Beverly Hills 20. august 1989. Tað hendi, meðan foreldrini hugdu í sjónvarp.
##med3##
Lyle Menendez var tá 21 ára gamal, meðan Erik Menendez var 18 ára gamal.
Brøðurnir hava játtað drápini. Teir siga, at tey gjørdu tað, tí teir óttaðust fyri, at foreldrini fóru at drepa teir. Millum annað hava teir sagt, at pápin hevði misnýtt teir kynsliga.
Lyle Menendez endurtók teirra játtan á rættarfundinum týsdagin.
- Eg drap mammu og pápa. Eg havi ongar umberingar. - Eg taki fulla ábyrgd, segði hann, sambært tíðindafólkum, sum vóru til staðar.
Sambært AFP skal royndarleyslatingar-nevndin hava fund í næsta mánaði, og menninir kunnu møguliga verða roydarleyslatnir eftir hetta.
/Ritzau/