Ísrael sigur, at líkini av í minsta lagi 15 ísraelskum ríkisborgarum verða hildin aftur av hernaðarligum bólkum í Gazageiranum.
Á skrivstovuni hjá ísraelska forsætisráðharranum verður sagt, at talið soleiðis er dagført við trimum deyðum ísraelskum gíslum aftrat.
Sambært forsætisráðharraskrivstovuni er talan um 11 ísraelsk sivilfólk og fýra hermenn, harav ein av hermonnunum var herleiðari.
Meira verður ikki sagt um gíslarnar í hesum føri.
Hamas hevur fleiri ferðir sagt, at gíslar eru deyðir í ísraelskum álopum á Gazageiran.
Í dag vitjar forsetin í altjóða Reyða Kross-nevndini, Mirjana Spoljaric, í Gazageiranum, og hetta váttar hon sambært útlendskum miðlum sjálv.
Mirjana Spoljaric endurtekur sína áheitan á báðar partar í stríðnum um at verja sivilfólk og at lata neyðhjálp ótarnað sleppa inn í Gaza.
Forsetin heitir eisini á Hamas um at lata allar gíslarnar, ið felagsskapurin framvegis hevur sitandi sum fangar í Gaza, leysar.
- Latið gíslarnar leysar undir tryggum eftirliti av Reyða Krossi, sigur forsetin í altjóða Reyða Kross-nevndini, Mirjana Spoljaric.
Tað eru tíðindastovurnar NTB og Dagbladet, sum bera hesi tíðindi úr Ísrael tíðliga seinnapartin í dag.