ICC: Putin skal handtakast

Vísandi til skuldsetingarnar um burturflyting av ukrainskum børnum, lýsir ICC eisini handtøkuboð av Mariu Lvova-Belova, sum er russiska umboðið fyri barnarættindum.

Altjóða Revsidómstólurin (ICC) lýsir nú handtøkuboð - ella tað, sum rópt verður ein "arrestordra" - yvir forseta Russlands, Vladimir Putin.

 

Tað skrivar tíðindastovan, Reuters í dag.

 

Orsøkin til handtøkuboðini eru skuldsetingar um krígsbrotsverk, sum dómstólurin metir, at forsetin er sekur í.

 

Sagt verður, at handtøkuboðini í høvuðsheitum eru symbolsk, tí Russland viðurkennir ikki ICC.

 

Fyrr í hesi vikuni gjørdist greitt, at Altjóða Revsidómstólurin leggur til rættis tvey mál um krígsbrotsverk og fleiri handtøkuboð móti Russlandi í kjalarvørrinum av innrásini í Ukraina.

 

Tey tvey málini snúgva seg um skuldsetingar um burturflyting av ukrainskum børnum og málrættað álop á sivila undirstøðukervið í Ukraina, veit New York Times at siga.

 

Vísandi til skuldsetingarnar um burturflyting av ukrainskum børnum, lýsir ICC eisini handtøkuboð av Mariu Lvova-Belova, sum er russiska umboðið fyri barnarættindum.

 

Í sambandi við handtøkuboðini vísir New York Times til fyrrverandi og núverandi fólk innan ICC, sum kenna málini, men hesar keldur hava sambært ávísini ikki heimild at úttala seg alment um málini.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Hetta er ein av yvirskriftunum í norska Dagbladet seinnapartin í dag.