Eingin toskaveiða á landgrunninum í tvey ár

ICES mælir til, at toskur ikki verður fiskaður á landgrunninum næstu tvey árini.

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum.

 

ICES mælir til, at toskur ikki verður fiskaður á landgrunninum næstu tvey árini. Toskastovnurin á Landgrunninum hevur verið søguliga lítil eftir 2005. Eftir ein lítlan bata í 2018 og 2019 er gýtingarstovnurin kortini vorðin so lítil, at hann væntandi ikki kemur upp um minstamarkið næstu tvey árini.

 

- Tessvegna er ráðgevingin givin fyri næstu tvey árini og ikki, sum vanligt, á hvørjum ári, sigur Havstovan í dag í kunning um stovnsmetingina.

 

ICES mælir til, at veiðan av hýsu í 2023 í mesta lagi kann verða 11.853 tons. Hetta er ein øking á 37 prosent í mun til tilmælið fyri 2022.

 

- Føroyski hýsustovnurin var í tíðarskeiðnum 2008 til 2017 undir markinum, har serlig verjutiltøk eru neyðug. Hýsustovnurin kom upp um hetta mark í 2018 og hevur verið í vøkstri síðan.

 

Lagt verður aftrat, at nýggjastu framskrivingarnar geva ábendingar um, at hesin vøksturin ikki verður so stórur, sum áður hildið.

 

ICES mælir til, at veiðan av upsa í 2023 í mesta lagi kann verða 17.843 tons. Hetta er ein minking á 52 prosent í mun til tilmælið fyri 2022. Orsøkin er, at upsastovnurin er minni enn áður hildið.

 

Mælt verður eisini til, at veiðan av toski á Føroyabanka í mesta lagi verður 78 tons um árið næstu tvey árini.

 

- Hetta er fyrstu ferð síðan 2007, at mælt er til at fiska tosk á Føroyabanka. Toskastovnurin á Banka hevur síðstu árini verið í vøkstri, og er hetta orsøkin til, at ICES mælir til eina varliga veiði eftir toski á Føroyabanka.

 

Nýggjastu tilmælini hjá ICES kunnu lesast um heimasíðuna www.hav.fo, har leinkja er til frágreiðingina hjá ICES.