ÍF er føroyameistari og greipuvinnari í dreingjum 16

Úrslit: ÍF-SÍ 3-0 (25-14, 26-24, 27-25)

FM-finaluvikuskiftið í Trongisvági fyri yngru liðini heldur fram í dag, og dagsins fyrsti dystur er nú leiktur, og ÍF er føroyameistari. Fyrst í mars vunnu hesir dreingirnir eisini steypafinaluna ímóti Ternuni, og harvið kann ÍF kalla seg greipuvinnara.

 

– Eitt megnar bragd. Hjartaliga, hjartaliga tillukku dreingir, venjarar og øll tit sum bakka so væl upp, skrivar Fuglafjaðrar kommuna á heimasíðu síni.

 

Liðið úr Fuglafirði spældi finalu ímóti SÍ og vann 3-0, men 2. og 3. sett vóru rættuliga jøvn.

 

ÍF hevur í ár valt at lata hesar ungu dreingirnar fáa munandi leiktíð á besta liðnum hjá ÍF í Føroya Tele deildini, og hetta sást aftur í dystinum í dag, har ÍF ongan iva lat vera um, at teir vóru betra liðið.

 

Á liðnum hjá SÍ leikti Eydna Henriksen, sum veruliga legði trýst á ÍF- liðið við sínum góðu servum - serliga í 2. setti, og sum hevari megnaði hon at fáa tað besta burturúr Matheo Eystberg og Róar í Haraldstovu í álopspartinum hjá SÍ.

 

Dagsins leikari fyri ÍF varð Filip Ilic, og dagsins leikari fyri SÍ varð Matheo Eystberg.