Ingibjørg og liðfelagarnir í ÍBV stórliga fagnaðar á Heimey

Tað gjørdist ein minnilig heimferð hjá steypavinnarunum við Herjólfi

Mynd: ÍBV

Fyrr í dag vunnu Ingibjørg Olsen og liðfelagar hennara í ÍBV íslendsku steypafinaluna í Laugardalshøllini í Reykjavík við 31-29 (13-14) finalusigri á Vali.

 

Tað gjørdist ein góð og minnilig heimferð til Vestmannaoyggjarnar, og tá ferjan "Herjólfur" stevndi inn til Heimeyar vóru eyjafólk í hópatali komin at taka ímóti steypavinnarunum.

 

Ingibjørg var á vøllinum teir seinastu fimm minuttirnar av fyrra hálvleiki í steypafinaluni, men ikki ein líka stóran leiklut sum í hálvfinaluni móti Selfossi, tá Ingibjørg skoraði trý mál.

 

Men íslendskur steypavinnari er hon, og hetta má vera klárt upplivingarríkasti dagurin hjá henni í íslendskum hondbólti.

 

Talan er um fyrsta steypasigurin hjá kvinnunum hjá ÍBV í 19 ár, og tað sást aftur í fagnaðinum úti á Heimey, tá eyjakonur komu aftur við steypinum. 

 

Líknandi fagnað upplivdu Kaj Leo í Bartalsstovu og Jónas Þór Næs, tá teir vunnu steypafinaluna við ÍBV í fótbólti í 2017. 

 

##med2##

 

 

 

Mynd: ÍBV

Mynd: ÍBV