– Er tað ein in­klu­der­andi skúli, vit hava – ella er tað ein rúmligur skúli, sum sein­astu árini er vorð­in alsamt minni rúm­lig­ur? Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Inklusjón í føroyska fólkaskúlanum – ein sjálvfylgja ella ein avbjóðing?

Í almenna rúminum verð­ur ofta ført fram, at vit í Før­oy­um hava ein fólka­skúla fyri øll, tann so­kall­aða rúm­liga skúlan, sum skal rúma øllum børnum og at vit harvið eis­ini hava ein inkluderandi skúla.

– Er tað ein in­klu­der­andi skúli, vit hava – ella er tað ein rúmligur skúli, sum sein­astu árini er vorð­in alsamt minni rúm­lig­ur? Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Men hvussu er støðan í veru­leika­num? Er tað ein in­klu­der­andi skúli, vit hava – ella er tað ein rúmligur skúli, sum tey sein­astu ára tíggjuni er vorð­in alsamt minni rúm­lig­ur?

 

Gransking innan námsfrøði og útbúgving: Grein úr Sosialinum 4. apríl 2025:

 

Henda greinin set­ir sjóneykuna á, hvat inklusjón merkir, hví in­klu­sjón hevur týdning og hvussu mann kann menna ein inkluderandi skúla - og hvat tað krevur um vit skulu flyta okkum frá hug­tak­i­num “ein rúm­lig­an skúla” til “ein in­klu­der­andi skúla”, sum bæði má vera orð í kjaki og á papp­íri, men sum eis­ini má vera umsett og í­verk­sett í gerand­is­degn­um í skúl­u­num.

 

Í fjør vóru tað 30 ár síðan, at meira enn helmingurin av heims­ins londum og al­tjóða stovnar  komu sam­an í spanska býnum Sal­a­m­anca fyri at kjakast og finna útav, hvussu mann kundi menna ein skúla fyri øll til ver­u­liga at vera ein in­klud­erandi skúli.  Úrs­lit­ið av hesi stevnu var Sala­manca yvirlýsingin, har lut­tak­andi londini bundu seg yvir­lýs­ing­ina og harvið til at menna ein inkluderandi skúla.

 

Føroyar vóru ikki um­boð­­að­ar og hava ikki bund­ið seg yv­ir­lýs­ing­ina. Í míni gransk­ing í pol­it­isk­um skjøl­­­um um tað mundi, kann eg ikki spora nakað pol­­it­­iskt kjak um in­klu­sjón. Før­­oy­­ar hava í 2009 sam­tykt sátt­­mál­­an um rætt­indi hjá teim­­um, ið bera brek, sum m.a. ber við sær, at lond­­­ini sam­tykkja at menna ein in­klu­der­andi skúla. Í míni gransking av pol­­it­­isk­­um skjølum um tað mundi, ber ikki til at spora nak­­að kjak um menning av in­­klu­­der­andi skúlaskapi í Før­­oy­­um.

 

Frávera av almennum og skúl­­a­politiskum kjaki um in­klu­sjón og lutvís frávera av in­klu­sjónshugtakinum í pol­tisk­um skjølum og skúla­­pol­i­tisk­ari lóg­gávu er undr­un­ar­vert og  heilt øðr­vísi enn í okk­ara grann­a­lond­um. Tí kann mann siga, at Før­oy­ar eru eitt undantak í norð­ur­lendsk­um høpi, tá ið um­ræð­ur miðvísa menning av in­klu­der­andi skúlaskapi.

 

Inklusjónsvisjónin í avbjóðingum

 

Hóast lond, sum vit sam­an­bera okkum við, hava ar­beitt við at menna in­klu­der­andi skúlaskap í fleiri ára­tíggju eru fram­vegis av­bjóð­ing­ar og í summ­um lond­um gong­ur enntá tann skeiva veg­in, t.d. í Danmark. Tað hev­ur fingið altjóða i­n­klu­sjóns­gransk­ar­ar t. d. av­stralska Rog­er Slee, enska Mel Ain­scow, donsku Lot­te Hede­gaard-Sør­en­sen og norska Ped­er Haug at seta spurnining við, hvat tað er, sum ger in­klu­sjóns­visj­ón­ina so avbjóðandi at seta í verk. Serliga er tað altjóða rák­ið um tann málstýrda skúl­an, sum verður skýrt at vera í andsøgn og mót­ar­beiða inkluderandi skúla­um­hvørvi við at førka fat­an­ina av útbúgving sum ein spurn­ing um námsfrøði og sam­felagsliga- og ment­an­a­liga mynd­an til at síggja út­búgv­ing sum eitt stýr­is­am­boð við fokus á málbar mál og mát­an av fak­lig­um úrs­lit­um. Har­við verð­ur kjak­ið og stremb­andi eft­ir in­klu­der­andi skúla­skapi út­frá ide­ol­o­giskum og et­isk­um hug­sjón­um og  ­í­tøk­i­lig­ari náms­frøði og di­dak­tikki sett skák mát við tað mál­s­týrda kjak­ið um tann úrsl­i­t­a­rætt­aða skúl­an.

 

Í kjalarvørrinum á hes­um kjaki verð­ur eis­ini hug­leitt um, hvørt in­klu­sjóns­hug­tak­ið var ein hvørvisjón og enn­tá um vi­sjón­in er við at doyggja, sum t.d. Roger Slee sigur í bókini (2018) við sama heiti In­klu­sjón er ikki deyð, tað luktar bert løgið.

 

Inklusjón í føðing í Føroyum

 

Sæð í ljósinum av sjáldsomu gong­din í Føroyum, sam­an­bor­ið við lond, vit sam­an­bera okkum við, so kunnu vit siga, at Føroyar møg­u­liga hava verið í eini lang­ari við­gong­u­tíð, tá ið um­ræður menning av in­klu­der­andi skúlaskapi, og at loks­is, 30 ár eftir at vi­sjó­nin var fødd á altjóða skúla­pol­it­iska palli­num, er um at vera flutt, umsett og um at fáa eitt lokalt skap í Før­oy­um. Sum gransking mín eis­ini vísir, so skrivar in­klu­sjóns­hug­takið seg inn í og hend­ir saman við øðr­um sam­fel­ags­lig­um og ment­an­ar­lig­um remb­i­ng­um og stend­ur júst nú mitt í einum kjaki og stríði um virðir eisini innan skúl­ans gátt, har altjóða in­klu­sjóns­rák­ið royn­ir at sameinast við før­oyska mentan og praks­is – tó at tær broytast á vegn­um (Cowen, 2009).

 

Nógvir inklusjóns gransk­arar hava kritiserað skúl­a­hug­sjón­ir fyri at vera ov fram­søkn­ar, ógreiðar og langt frá veruleikanum (Haug, 2020; Magn­ús­son, 2019) og at vera stýrd­ar upp­í­frá av altjóða stovn­um niður til lokalan skúla­mynd­ug­leika og lokalt praks­is.

 

Tann føroyska til­gongd­in er møguliga ein meira prag­mat­isk og praktisk til­gongd, sum byggir á et­isk­ar og pragmatiskar grund­gev­ing­ar heldur enn bert pol­it­isk­ar hug­sjónir. Eitt er í øll­um førum greitt. Fyri at menna inkluderandi skúl­ar, mugu vit skilja, at in­klu­sjón er bæði ógreið, broyt­i­lig og sam­an­sett – og at tað krev­ur kjak um, hvat vit í veru­leik­a­num skilja sum in­klu­der­andi skúlaskap.

 

##med2##

 

Júst nú liggur lóg­ar­upp­skot til broyting í fólk­a­skúl­a­lógini í Løgtinginum, sum m.a. viðvíkur menning av in­klu­derandi skúlaskapi. Sam­bært hoyringssvarum (sí LM-077/2024) og við­gerð í Løgtinginum er eyð­sæð, at móttøkan er bland­að, tril­vandi og ivandi. Yvir­skip­aðu spurn­ing­ar­nir eru: Hvat inklusjón er, hví vit skulu menna ein in­klu­der­andi skúla og hvussu gera vit tað bæði politiskt og í­tøk­i­liga í skúlanum?

 

Hvat er inklusjón?

 

Torført at finna eina ein­týð­uga allýsing. Salamanca yv­ir­lýs­ing­in, sum verður rokn­að sum føðiskjalið fyri hvat, hví og hvussu in­klu­der­andi skúlaskapur kann menn­ast, og sum telur yvir knapp­ar 50 síður og sum eftir­fylgj­andi er granskað, roynt og skriv­að um, hevur ym­isk boð uppá, hvat in­klud­er­andi skúlaskapur snýr seg um. Tískil finn­ast ym­isk­ar fatanir og til­gongd­ir til in­klu­sjón í skúl­um, og eingin felags al­tjóða allýsing er til (sí t.d. Dy­­son, 1999; Göransson & Nil­­holm, 2014; Haug, 2017; Mag­n­ús­son, 2019; Nil­holm, 2021; Slee, 2018).

 

Sam­bært hesum  kann hug­­sjónin um inklusjón, sum hon varð sett fram í Sal­a­manca-yvirlýsingini, sam­an­umtikið skiljast so­leiðis:

 

• At arbeiða fyri, at næm­ing­ar fáa størri møguleika at lut­taka í skúlans und­ir­vís­ing, mentan og fel­ags­skapi, og at minka um út­i­hýs­ing.

 

• At broyta mentan, skúla­pol­i­tikk og manna­gongd­ir í skúl­a­num, so tær taka hædd fyri fjølbroytni í næm­­ing­­­a­hóp­i­num.

 

• At leggja dent á lut­tøk­u­møg­u­leik­ar, trivn­að og lær­ing hjá øllum næ­m­ing­um, ser­liga teim­um, sum eru í vanda fyri at verða út­i­hýst.

 

Enski granskarin Peter Far­rell sigur, at inklusjón fevn­ir um allar næmingar og snýr seg bæði um møgu­leika at vera til stað­a­r, at hava møg­u­leik­a til virkna luttøku í lær­ings­fel­ags­skap­i­num, at vera góð­tik­in av starvs­fólk­um og næm­ing­um skúlans og hava møg­u­leika at mennast og læra.

 

Við øðrum orðum krevur menn­ing av inkluderandi skúl­um virkið arbeiði fyri at basa útihýsing og verður fat­að sum ein áhaldandi til­gongd, ikki sum ein endalig støða, sum ein kann náa, men eitt ideal ella kós, man stremb­ar og miðar eftir.

 

At arbeiða fram eftir hes­um máli krevur inn­vol­ver­ing ymsa staðni frá. Longu í 1999 skrivaði in­klu­sjóns­gransk­ar­in Al­an Dy­son, at in­klu­sjón­disk­u­r­s­ar­nir eru fýra í tali og mugu vera í spæl sam­stundis, um vit skulu gera okk­um nakra vón um at menna inkluderandi skúlaskap. Tískil mugu vit hava bæði etiskt kjak um, hví inkluderndi skúlin er neyðugur, eitt námsfrøðilig kjak um, hvussu ein in­klu­der­andi skúli kann prak­t­i­ser­ast, eitt úrtøku kjak um, hvat vit fáa burturúr, og ikki minst eitt politiskt kjak um, hvussu tann in­klu­der­andi skúlin skal ankr­ast og síggja út.

 

Tá ið inklusjón verður al­lýst verð­ur ofta tosað um eina smala fatan og eina breiða fatan av in­klu­sjón. Tann smala ella kom­pen­s­a­tor­iska fatanin snýr seg um, hvørj­ar næmingar vit skulu in­klu­dera og harvið er fok­us­ið á einstakar næm­ing­ar ella einstakar bólk­ar. Tann breiða fat­an­in hevur sjóneykuna á lær­ings­um­hvørvi og hvussu mann kann økja um luttøku-, menningar- og lær­ings­møg­u­leik­ar hjá øll­um næm­ing­um. Og ikki minst, hvussu mann inn­­an­vert s­kúl­an kann veita øllum børnum mun­a­góða undirvísing. Hetta merk­ir m.a., at við­hugs­ast má, hvussu mann í und­ir­vís­ing­ini og í lær­ings­fel­ags­skap­i­num ann­ars má hava vitan, før­leik­ar og tilfeingi at veita dygd­ar­góða und­ir­vís­ing til allar næmingar, og at mann hevur fyri eyga ym­isk­ar ser­ligar tørvir, sum til eina og hvørja tíð eru í ein­um næm­ing­a­bólki, sum endurspeglar eitt fjøl­broytt og sam­an­sett samfelag.   

 

Hví hevur inklusjón týdning?

 

Tá ið inklusjón snýr seg um grund­leggjandi rættindi hjá øll­um børnum til menn­ing og læring staðfest í al­tjóða sáttmálum, sum Før­oy­ar hava samtykt, so sig­ur tað seg sjálvt, at menn­­ing av inkluderandi skúla­skapi hevur týdning. Ein in­klu­der­andi skúli byggir som­u­leiðis á grund­leggj­andi virðir í einum sam­halds­fest­um og mo­dern­að­um sam­fel­ag so sum demo­krati og javnrættindi. Tað er ein spurningur um barna­rætt­indi, um sosialt rætt­vísi og um, hvussu vit ynskja, at okkara samfelag skal síggja út.

 

Um vit seta sjóneykuna á, hvat gransk­ing sigur um lær­i­til­gongd­ir hjá bør­n­um, so vita vit eis­ini, at næm­ing­ar helst vilja vera saman við øðr­um og at trivnaður, menn­ing og læring ofta hend­ir og fer fram í eini sam­skap­an­ar­til­gongd við onnur.

 

Síðstu árini hava vit tó sæð eitt rák, sum gongur hin veg­in. Vit hava altsamt fleiri næm­ingar, sum verða víst til ser­skild skúlatilboð, ser­flokk­ar og sertilboð ann­ars og við hesum verða koyrd úr almenna lær­ings­fel­ags­skap­i­num – ikki tí, at tey ikki hava rætt til at vera har, men tí vit ikki megna at skapa karmarnar og um­støð­ur, har tey kunnu læra og menn­ast.

 

Hvussu menna vit in­klu­der­andi skúla­skap?

 

Inklusjón er ikki nakað, ið hend­ir av sær sjálvum. Tað krev­ur ætlan, samstarv og á­byrgd – bæði á politiskum og fak­lig­um stigi. Tað krevur, at vit tora at seta okk­um spurningarnar:

 

• Hvussu menna vit og tryggja førleikarnar hjá m. a. fyri­sit­arum, ráðgevum, skúla­leiðslum, lærarum og náms­frøð­ing­um at arbeiða við ym­isk­leika?

 

• Hvussu tryggja vit, at til­feingi og stuðul verður veitt­ur inkluderandi/prim­ert inni í flokshølinum, tá tørv­ur er á honum?

 

• Hvussu skapa vit eitt fel­ags mál og sýn á hvørj­um einstøkum skúla, so in­klu­sjón ikki verður eitt tíð­ar­orð, men ein verulig til­gongd?

 

At svara hesum spurn­ing­um og arbeiða við teim­um í verki krevur ikki bert ætl­an, samstarv og góðan vilja. Vit mugu eisini tora at taka pol­it­iska ábyrgd. Um vit ver­u­liga vilja hava ein in­klu­der­andi fólkaskúla, má tað síggj­ast aftur í pol­it­isk­um avgerðum og pol­it­isk­um kjaki. Og hóast tað hevur alt at siga, at in­klu­sjóns­vi­sjónin verður orðað í skúl­a­pol­it­iskari lóggávu, so má hetta eisini síggjast aftur í strat­e­gium, sum vit við neyð­ug­um átøkum vilja seta í verk.

 

Samanumtikið so er menn­ing av inkluderandi skúl­um í stór­an mun ein spurn­ing­ur um skúl­a­pol­it­isk­­an vilja og kós - tað er ein spurningur um, hvat slag av sam­felag vit vilja hava. Um vit vilja hava børn, sum kenna seg sædd, hoyrd og vird, mugu vit skapa skúl­ar, sum gera tað møg­u­ligt. Ein inkluderandi skúla­skip­an kann ikki bert byggja á tilvild ella eldsálir – hon má byggja á felags á­byrgd, ski­p­að ar­beiði og greið skúla­pol­it­isk mál.

 

##med3##

 

Frida Poulsen

 

 

 

– Er tað ein in­klu­der­andi skúli, vit hava – ella er tað ein rúmligur skúli, sum sein­astu árini er vorð­in alsamt minni rúm­lig­ur? Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Frida Poulsen, Phd í námsvísindum, adjunktur á Náms­vís­inda­deild­ini á Fróð­skaparsetrinum. Í gransking síni hevur Frida Poul­sen serliga fokus á hvussu skúlapolitikkur og skúla­praksis ávirka og treyta hvørtannað og á inkluderandi skúla­skap