- Iran føri ikki kríggj, men um nakar hóttir, svara vit hóskandi og avgerandi aftur, sigur leiðarin fyri iransku kollveltingarhyrðuna, Hossein Salami, í einari sjónvarpsrøðu í morgun.
Tað var í gjár, at amerikanski forsetin, Donald Trump, setti í verk eina umfatandi hernaðaratgerð til tess at steðga houthi-uppreistrarbókinum í Jemen at gera seg inn á altjóða skipaferðsluna í Reyðahavinum.
Ein talsmaðurin hjá houthi'arunum í Jemen sigur, at 31 fólk lótu lív í amerikanska álopinum.
Iran stuðlar houthi'arunum í Jemen, og Donald Trump hevur heitt á Iran um alt fyri eitt at gevast við at stuðla uppreistrarbólkinum, sum í langa tíð hevur framt álop á altjóða skipaferðsluna í Reyðahavinum.
Leiðarin fyri iransku kollveltingarhyrðuna, Hossein Salami, segði í røðu síni, at houthi'ararnir umboða jemenittarnar, og hann legði aftrat, at bólkurin fremur "óheftar strategiskar atgerðir".
Hetta veit tíðindastovan, NTB, at siga í morgun.
Vit kunnu leggja aftrat, at houthi-uppreistrarbókurin í Jemen hevur sagt seg fara at leypa á skipaferðsluna í Reyðahavinum so leingi, sum Ísrael ikki gevst við sínum atgerðum móti palestinum í Gazageiranum.