Isafold - eitt av mest framkomnu skipum í Norðurlondum

- Gamli Isafold, sum er smíðaður í 2006, hevur riggað sera væl, verður sagt um skipið, sum nú verður skift út við nýbygningin.

Herfyri varð eitt av mest framkomnu uppsjóvarskipum  í Norðurlondum navngivið í Hirtshals.

 

Hetta er skipið Isafold, sum er teknað av Salt Ship Design í Noregi.

 

Nýggja skipið er 87 metrar langt, heilar 20 metrar breitt og lastar 3800 tons í RSV-tangum. Skipið er uppkallað eftir dóttir reiðarans.

 

Isafold, sum nýbygningurin kemur í flotan fyri, er smíðaður í 2006 á Karstensens Skibsværft í Skagen. Hann er 76,25 metrar langur og 14,40 metrar breiður. 

 

- Gamli Isafold hevur riggað sera væl, veit Kystmagasinet í Noregi at siga.

 

Nýggi Isafold er smíðaður á skipasmiðjuni Zamakona Yards í Spania, og myndin omanfyri er tikin, tá skipið fyrstu ferð kemur til Hirtshals úr Spania.

 

- Hirtshals havn er nú heimstaður hjá nøkrum stórum uppsjóvarskipum. Umframt Isafold, eru Ruth, Beinur, Junior og Asbjørn heimahoyrandi í Hirtshals.

 

Kystmagasinet.no veit at siga, at ídnaðartrolarin, West Ocean, eisini er heimahoyrandi í Hirtshals.

 

Dansk Fiskeritidende vita at siga, at tað er Lise Bjørn Jørgensen, stjóri, sum saman við Karsten Mølgaard rekur reiðaríið Isafold A/S. 

 

Nýggi Isafold er eitt frambrot við el-trolspølum, sum nú eru vorðin meira vanligt, og harumframt er maskinaríið eisini diesel–elektriskt.