Íslendski forsætisráðharrin á vitjan í Føroyum

Sunnudagin vitjar forsætisráðharri Íslands, Kristrún Frostadóttir, við fylgi í Føroyum.

Kristrún er 36 ára gomul og er forkvinna í íslendska javnaðarflokkinum, Samfylkingin, sum á valinum í desember 2024 gjørdist størsti flokkur.

Hetta er sostatt hennara fyrsta vitjan í Føroyum sum forsætisráðfrú. 

 

Á skránni sunnudagin er millum annað fundur í Bø og vitjan í Koltri.

 

Um kvøldið verður farið til hondbóltslandsdyst við Tjarnir. Mánamorgunin gongur leiðin inn í Eysturoynna, har forsætisráðfrúan fær høvi at hoyra nærri um Eysturoyartunnilin og alifyritøkuna Bakkafrost.

 

Forsætisráðfrúan fer av landinum aftur mánadag seinnapart.