Íslendsku provolistafólkini, ið ynsktu at broyta heimin

Minnist tú Hatari - íslendska, mótkapitalistiska teknobólkin - sum spældi á EuroVision 2019 ílatin leður, lateks, maskur og spískar píkar? Norðurlandahúsið vísir virðislønta heimildarfilmin um bólkin 25. november kl. 19.30.

Tað skrivar Norðurlandahúsið í tíðindaskrivi. Upprunaliga var Hatari ein bólkur við framførslulistafólkum, sum høvdu meldað seg til Melodi Grand Prix sum eitt listaligt skálkabragd, men brádliga varð bólkurin valdur út at standa á pallinum í Tel Aviv og umboða Ísland fyri 200 milliónum hyggjarum. Hvat ger man so?

 

Settur andlit til andlits við politiska samtekstin og Ísrael-Palestina-ósemjuna, ger Hatari av at royna at gera ein mun, at broyta heimin og brúka teirra rødd politiskt, og hetta gongur ikki friðarliga fyri seg. Hvussu skal bólkurin bera fram boðskap sín, klára trýstið frá bæði ísraelum og palestinarum, og samstundis fullgera stóru finaluna?

 

##med2##

 

Kom við á ferð teirra 25. november kl. 19.30, tá ið Norðurlandahúsið vísir virðislønta íslendska heimildarfilmin frá 2020 – A Song Called Hate.

 

Filmurin er á íslendskum og enskum, og hevur enskar undirtekstir.

 

(Mynd, credits: Raafic Saadeh)