Ísrael gevur átta norskum sendiharrum boð um at pakka saman

Uttanríkisráðharrin í Noregi kallar tað fyri eina "ekstrema gerð" at taka diplomatisku støðuna frá norðmonnum.

Norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, kallar ísraelska tiltakið fyri eina "ekstrema gerð". (Savnsmynd). - Mynd: Kira Hofmann/Ritzau Scanpix

srael tekur hósdagin aftur diplomatisku støðuna hjá átta norskum diplomatum.

Tað sigur ísraelski uttanríkisráðharrin, Israel Katz.

Teir átta diplomatarnir eru partur av norsku umboðsstovuni á Vestara Áarbakka. Teir hava fingið sjey dagar at pakka saman.

Í roynd og veru hevur skrivstovan virkað sum sendistova Noregs í palestinsku økjunum, men hon hevur virkað við góðkenning Ísraels.

Norra viðurkendi Palestina sum sjálvstøðugt ríki í mai, og tað elvdi til hvassar atfinningar frá Ísrael og Katz.

- Tey, sum leypa á okkum, noyðast at gjalda ein prís, sigur hann við Jerusalem Post.

- Norra førir einsíðugan politikk mótvegis Ísrael, og tí verða tey beint burtur úr støðum sínum, sum hava við palestinska málið at gera.

Norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, kallar ísraelska tiltakið fyri eina "ekstrema gerð".

- Avgerðin í dag fær avleiðingar fyri okkara viðurskifti við Netanyahu-stjórnina, sigur Eide.

- Vit umhugsa, hvørji tiltøk Noreg fer at seta í verk fyri at svara støðuni, sum Netanyahu-stjórnin nú hevur skapt.

Professarin Hilde Henriksen Waage á stovninum fyri friðargransking (Prio) í Oslo sigur, at hóast diplomatarnir hava arbeitt við palestinsku økjunum, so hevur Ísrael valdið.

- Trupulleikin er, at eingin palestinskur statur er, sigur hon.

- Hesir diplomatar, sum skulu arbeiða á kvasi-sendistovuni í al-Ram (býur á Vestara Áarbakka, ritstj.), eru har fullkomiliga upp á náði Ísraels.

- Teir skulu hava visum til Ísraels, og teir skulu vera góðkendir av Ísrael fyri at virka har.

 

/ritzau/NTB

 

 

Norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, kallar ísraelska tiltakið fyri eina "ekstrema gerð". (Savnsmynd). - Mynd: Kira Hofmann/Ritzau Scanpix