Ísraelska stjórnin hevur boðað frá ætlanum um at økja um hernaðarátøkini í Gasageiranum, herímillum at annektera øki í Gasageiranum og at tvingsilsflyta palestinar í Gasageiranum. Ísrael skal alt fyri eitt sleppa hesum ætlanum, sum høvdu verið álvarsom brot á altjóðalóg.
“At tvingsilsflyta palestinar kann føra við sær endaligu týningina av palestinum í Gasa”
-Erika Guevera Rosas, deildarstjóri í Amnesty International
Ísrael hevur hildið áfram við gerðunum, sum svara til fólkadráp, væl vitandi um óbøtiliga skaðan á palestinar í Gasa. Hvørt stig, sum Ísrael tekur fyri at flyta palestinar í avmarkaði øki í sunnara parti av Gasa, umframt áhaldandi at áleggja palestinum ómenniskjasligar lívsumstøður fyri at trýsta palestinar úr Gasa, svara til krígsbrotsverk um tvingsilsflyting ella deportering. Um hesar gerðirnar verða framdar sum ein liður í víttfevnandi ella skipaðum álopi rættað sivila fólkinum, svara tær harumframt til brotsgerðir móti mannaættini.
"Eftir tveir mánaðir av fullkomnari kringseting og stongsli av Gasageiranun kunnu ætlanirnar um at økja um oyðandi hernaðarligu átøkini vaksa um ólógligu hersetingina av Gasageiranum. At tvingsilsflyta palestinar kann føra við sær endaligu týningina av palestinum í Gasa, sum í mánaðir hava stríðst fyri at yvirliva ísraelska fólkadrápið," sigur Erika Guevera Rosas, deildarstjóri í Amnesty International.
“Ísrael tykist at brúka leyslatingina av gíslum sum eina undanførslu fyri at fremja fleiri brotsgerðir móti palestinum og at halda áfram við fólkadrápinum í Gasa.” - Erika Guevera Rosas, deildarstjóri í Amnesty International
Síðani oktobur í 2023 hevur heimurin vitnað endurtakandi tvingsilsflytingar av palestinum í Gasa undir ómenniskjasligum umstøðum. Hesar tvingsilsflytingar hava verið avgerandi fyri, at Ísrael hevur kunnað tilrættislagt lívsumstøðurnar hjá palestinum
soleiðis, at tær hava ført deyða við sær. Í løtuni er nærum 70% av Gasageiranum fevnt av evakueringsboðum ella forboðsøkjum.
"Hesar ætlanirnar vísa, at Ísrael ikki virðir altjóðalóg og vanvirðir rættindini hjá palestinum. Amnesty International endurtekur sína greiðu áheitan á Hamas og aðrar vápnaðar bólkar um beinanvegin og treytaleyst at leyslata gíslarnar. Ísrael tykist at brúka leyslatingina av gíslum sum eina undanførslu fyri at fremja fleiri brotsgerðir móti palestinum og at halda áfram við fólkadrápinum í Gasa. Hesum hava familjur hjá gíslum, sum enn eru í Gasa, fordømt," sigur Erika Guevara Rosas.
Ætlanirnar hjá Ísrael um at stýra og militarisera veitingina av humaniterari hjálp fer eisini at máa undan óheftu veitingina av neyðhjálp til fólk, sum eru í stórari neyð. Hesar ætlanir eru fordømdar av ST-stovnum og humaniterum felagsskapum, sum einmælt hava mótmælt royndunum at brúka neyðhjálpina sum vápn.
Stongsilin av Gasageiranum hevur forðað fyri, at lívbjargandi hjálp - eitt nú matur, heilivágur og brennievni - sleppur inn í Gasa. Í meira enn tveir mánaðir hevur Ísrael brúkt hendan stongsilin sum vápn og ólógliga kollektiva revsing. Hetta er eitt ógvusligt brot á humanitera lóg, sum strangliga bannar kollektivari revsing og sum krevur, at allir partar í einum stríði loyva humaniterari hjálp til sivilfólk, sum hava tørv á tí. Eisini hava partarnir skyldu at gera veitingina lættari.
"Einhvør roynd at brúka humanitera hjálp sum vápn, at brúka humanitera hjálp til at noyða fólk burtur ella at seta á stovn ávís øki, har neyðhjálp verður givin, og sum tí elvir til mismun, brýtur við altjóðarætt og skal vrakast", sigur Erika Guevara Rosas.
Amnesty heitir tí á, at altjóða samfelagið - eisini Føroyar - mótmælir hesum hættisligu ætlanunum um at annektera Gasa og at tvingilsflyta palestinar í Gasa. Eisini heita vit á, at altjóða samfelagið - eisini Føroyar - leggur trýst á Ísrael um at halda sínar skyldur sambært altjóðalóg og at tryggja, at humaniter hjálp sleppur fram í øllum Gasa.