Ísraelskt álop rakar íbúðarbygning mitt í Beirut

Fleiri fólk eru deyð í høvuðsstaðnum í Libanon, Beirut, sum aftur er raktur av loftálopum.

Bjargingarfólk og onnur leita eftir ofrum í einum ísraelskum loftálopi í høvuðsstaðnum í Libanon, Beirut, í nátt. - Mynd: Bilal Hussein/Ritzau Scanpix

Fimm ísraelskar rakettir raktu ein íbúðarbygning mitt í høvuðsstaðnum í Libanon, Beirut, í gjárkvøldið.

 

Tað skrivar almenna libanesiska tíðindastovan.

- Høvuðsstaðurin Beirut er vaknaður við einum ógvusligum hópdrápi, har herurin hjá fíggindanum Ísrael fullkomiliga hevur oyðilagt ein íbúðarbygning í átta hæddum við fimm rakettum, skrivar tíðindastovan.

Álopið skal hava verið í Basta-økinum í Beirut.

Í minsta lagi fýra fólk eru deyð og 23 hava fingið skaða í álopinum, sambært heilsumálaráðnum í Libanon.

Tað er ikki upplýst, um sivilfólk eru millum tey dripnu.

Myndir vísa bjargingarfólk, sum leita eftir offrum í leivdunum av oyðilagda bygninginum. Bygningarnir rundan um eru eisini skaddir.

Spreingingin skakaði høvuðsstaðin umleið klokkan 02:00 leygarnáttina okkara tíð, siga vitni fyri Reuters.

Tað er fjórða ísraelska loftálopið á miðbýin í Beirut hesa vikuna. Meginparturin av álopunum hjá Ísrael venda sær móti suðurbýarpartinum í Beirut, sum Hizbollah ræður yvir.

Ísrael fór undir eitt stórt álop móti Hizbollah í september eftir næstan eitt ár við fíggindaskapi, sum stavar frá ósemjuni í Gaza.

Síðani tá hava teir báðir partarnir vikuliga framt álop á hvønn annan. Sunnudagin varð ein leiðandi limur í Hizbollah dripin í einum ísraelskum álopi.

Hizbollah varð blandaður uppí ósemjuna í samhuga við Hamas, sum fór undir álop á Ísrael 7. oktober 2023.

 

/Ritzau/

 

Bjargingarfólk og onnur leita eftir ofrum í einum ísraelskum loftálopi í høvuðsstaðnum í Libanon, Beirut, í nátt. - Mynd: Bilal Hussein/Ritzau Scanpix