Ísraelskur ráðharri endaður á sjúkrahúsi

Ísraelska løgreglan upplýsir, at umstøðurnar kring ferðsluóhappið nú verða kannaðar.

 

Itamar Ben-Gvir, sum er ísraelskur ráðharri í trygd tjóðarinnar, er í kvøld fluttur á sjúkrahús.

 

Hetta hendi eftir eitt ferðsluóhapp, sum hann var partur av.

 

Sum skilst á útlendskum miðlum, eitt nú ísraelsku ávísini, Haaretz, hevur ráðharrin ikki fingið stórar løstir.

 

Ísraelska løgreglan upplýsir, at umstøðurnar kring ferðsluóhappið í kvøld nú verða kannaðar.

 

Dóttir Itamar Ben-Gvir, ein trygdarvørður og bilførarin fingu eisini løstir í ferðsluóhappinum.