ISW: Eingin framgongd hjá russum í Bakhmut

- Deildir hjá Wagner-herliðunum eru í stóran mun fastlæstar í ídnaðarøkinum Azom í Bakhmut, veit Institute for the Study of War at siga í dag.

Amerikanska greiningarfyritøkan, ISW (Institute for the Study of War) veit í dag at siga, at russisku herdeildirnar hava ikki havt framgongd á hermótinum í umstrídda ukrainska býnum, Bakhmut í dag.

 

- Ukrainskar og russiskar keldur siga frá bardøgum við tungum vápnum í býnum. Men, deildir hjá Wagner-herliðunum eru í stóran mun fastlæstar í ídnaðarøkinum Azom í býnum. 

 

Lagt verður aftrat í frágreiðingini hjá ISW, at Wagner-leiguhermenninir, sum berjast á russiskari síðu, í løtuni hava trupult við at vinna fram í økinum.

 

Bæði russiskar og ukrainskar keldur siga, at fleiri hundrað hermenn eru dripnir í bardøgunum um Bakhmut. Her búðu stívliga 70.000 fólk fyri russisku innrásina. Nú eru flestu flýdd úr býnum.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at í gjár lótu trý sivilfólk lív í Kherson har suðuri í Ukraina, tá russar sendu rakettir inn í økið.

 

Á myndini omanfyri, sum tíðindastovurnar AFP/ NTB eiga, eru tað ukrainskir hermenn í Bakhmut, sum í dag skjóta rakettir eftir russiskum støðum í nógv umrødda býnum, Bakhmut.