Fríggjakvøldið 15. august verður ein serlig løta á Ljósfestini í Vági, tá Jakobina Ellingsgaard saman við bólki sínum fer at framføra í tjaldinum.
Jakobina vendir nú aftur til heimbygdina við tónleiki, sum bæði fer aftur í tíð og ber við sær nýggjar tónar. Hon er úr einari kendari tónleikafamilju í Vági og hevur millum annað saman við beiggja sínum, Paula Hansen, givið út fløguna Gluggamynd við Glataðu spælimonnunum í 1982 – ein útgáva, sum telur fleiri hitt, so sum “Til Boga og allar nýføðingar í verðini” og “Leygarmorgun í Havn”.
Tónleikaættin heldur fram – yngri beiggin, Jákup, er kendur frá bólkinum Starlight, sum framførdi á Ljósfestini í fjør.
Í ár er tað Jakobina, ið stendur á pallinum. Hon gav í 2007 út fløguna Jakobina – rensl, og í 2024 kom staklagið “Læra vit nakrantíð”, ein vøkur føroysk týðing av kenda lagnum "Where Have All the Flowers Gone" – við tekst eftir Niels Midjord, sáli. Á hesi útgávu luttóku eisini sørvingarnir Jóan Jakku og Holgar.
Við sær á pallinum hevur Jakobina tveir sera royndar og vælkendar tónleikarar: Fróða T. Vestergaard og Páll Holm Lave, báðir kendir frá bólkinum Deiggj. Tey trý hava áður samstarvað í bólkinum Flytifuglar, og í ár hava tey fingið nógv góð ummælir fyri konsertir kring landið. Ein áskoðari skrivaði m.a.:
“Ein sera væl samanspæld trio. Konsertin fangaði fólk, sangurin var ljómandi, rytmiskur og væl spældur – fólkatónleikur av tí góða, gamla slagnum, sum ongantíð verður keðiligur.”
Vit gleða okkum at hoyra Jakobinu, Fróða og Páll á Ljósfestini í Vági!
Hetta sama kvøldið verður Tinganest at hoyra í tjaldinum, eins og heiðran av vágbingum verður avdúkað fríggjakvøldið 15. august.