Tíðindaskriv:
Eran ferðast kring heimin og greiðir frá hendingum, honum var fyri. Tað serstaka við hansara uppliving er, at hann dokumenteraði tað, hann sá. Men hann misti telefonina, har allar upptøkurnar vóru á. Men tað hevði eydnast einum ókendum at finna/ taka telefonina og hesin legði alt tilfarið út á ymiskar miðlar, uttan at Eran visti av tí. Eran kemur at greiða frá upplivingum sínum á festivaløkinum og frá støðuni við jødahatri, sum spreiðir seg kring heimin.
Umframt at Eran luttekur á fundinum kl. 14.00, verður eisini almennur fyrilestur við Eran, har øll eru vælkomin. Fyrilesturin verður sunnudagin kl. 15.00 í Dansifrøði. Í báðum førum har Eran tosar, verður tulkað til føroyskt. Tey, ið ynskja tað, fáa oyratól, og á tí hoyrist tulkingin.
Skráin fyri Landsfundin:
9.00 Morgunmatur
9.30 Andakt
10.00 Viðtøkugrundað mál
10.45 Formansfrágreiðing, Jenis av Rana
11.05 Politiskt kjak
12.30 Døgurði
14.00 Gestarøðarin, Eran Masas
16.00 Liðugt
Allir Miðfloksvinir eru vælkomnir.