Jana og liðfelagarnir taptu stórt fyri oddaliðnum

Viborg kundi ikki gera nógv við Odense á útivølli

Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg spældu í kvøld sera torføran dyst á útivølli móti toppliðnum í bestu donsku hondbóltsdeildini, Odense.

 

Odense vann stórsigur 40-27. Í fyrra hálvleiki kom Viborg í eitt satt ódnarveður, og var Odense á odda heili 23-9 í steðginum. Viborg fekk bøtt um skaðan í seinna hálvleiki.

 

Jana skoraði tvey mál upp á fimm málroyndir, men hon legði upp til fimm mál hjá liðfeløgunum, og hon vann liðnum eitt brotskast. 

 

Viborg er nummar fimm í deildini við 12 stigum fyri níggju dystir. Odense er fremst við fullum stigatali. Odense hevur 18 stig fyri níggju dystir.

 

Jana fer nú saman við landsliðsliðfeløgunum at hugsavna seg um fyrireikingarnar til EM-endaspælið, har dystir móti Sveis, Kroatia og Danmark bíða í Sveis. Áðrenn tað skulu Føroyar spæla tveir venjingardystir móti svenska ligalandsliðnum á heimavølli.

 

Í næstbestu deildini taptu Bjørk F. Joensen og liðfelagarnir í Randers 28-30 (14-18) fyri AGF á útivølli. Bjørk skoraði fýra mál.

 

Randers er fjórðaftast í deildini við fýra stigum.